Nýggja elverkið hjá Sev á Sundi skal brúka tungolju ístaðin fyri gassolju ella gass.
Tað staðfesti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, í Løgtinginum í gjár.
Men tað er ikki av umhvørvisligum orsøkum, at verkið hjá Sev brúkar tungolju, tað er eina og aleina tí tað er bíligari
– Sev valdi tungolju, hóast hon dálkar meir enn diesel og serliga nógv meir enn gass, segði Sirið Stenberg.
Hon sigur, at orsøkin til valið er serliga tann, at tungolja er so nógv bíligari enn diesel og gass.
Hon legði tó afturat, at Sev skal sjálvandi lúka øll krøv til útlát. Og annars kann elverkið leggja um til dieselolju, ella gass, vísir tað seg at vera ein fyrimunur.
Endamálið við at byggja eitt nýtt elverk á Sundi, er at tryggja øllum streym,
– So hvørt orkuverk við varandi orku verða bygd, fer Sundsverkið at verða alsamt minni brúkt, og tá øll elframleiðslan í 2030 sambært skal verða grøn, sum skal vera eftir politiska málinum hjá landsstýrinum, verður Sundsverkið bara eitt tiltaksverk í serligum føri.
Hinvegin vóru tað løgtingslimir, sum halda, at tað er nógv fyri at byggja eitt elverk fyri 700 milliónir, og so skal tað brúka tungolju fyri at spara.
– Hvar er atlitið at umhvørvinum spurdi Bjørt Samuelsen.