SEV undir nýtt umfatandi elspariátak

10 prosent vónar SEV at fáa fólk at brúka minni í streymi við nýggja og umfatandi Brúka minni-elspariátaki sínum, sum fer av barkastokki í dag.

Hetta verður gjørt við blað- og ljóðlýsingum í fjølmiðlum, bussum, SEV-bilum og aðrastaðni í almenna rúminum.

Leiðslan í SEV kunnaði um átakið í morgun.

Spariátakið er fyrst og fremst vent ímóti húsarhaldunum, men eisini vinnulívinum, í eini roynd "at fáa føroyingin meiri tilvitaðan um elorkunýtslu", sum nevndin í SEV málbar seg, tá hon boðaði frá hesi ætlanini í november í fjør.