Leiðslan í SEV ynskir at savna virksemið hjá fyritøkuni undir einum taki. Tað uppskotið varð lagt fram á seinasta aðalfundi hjá fyritøkuni, og lagt er upp til at fyritøkan skal savnast í verandi bygningi á Landavegnum í Havn, har fyritøkan eigur eitt stórt óbygt grundøki oman fyri núverandi bygning. Væntandi vera liðugtgjørdu hølini dupult so stór.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV sigur, at leysliga er nýbyggingin mett at kosta 60-70 milliónir krónur, men at neyvari útrokningar skulu til fyri endaliga at staðfesta kostnaðin.
- Hetta árið fer við at leggja ætlanir um byggingina, og vónandi verður arbeiðið liðugt í tíðarskeiðnum 2010-1012, sigur stjórin fyri SEV.
Í samband við nýbyggingina á Landavegnum, skal gamli SEV bygningurin í Gundadali seljast. Sjálvur bygningurin er 1000 fermetrar til støddar, og grundøkið telur tilsamans 7000 fermetrar. Í Gundadali starvast fólk hjá SEV, ið fáast við tøkni í fyritøkuni.
- Enn er hetta ein skitsuætlan, men í næstum fara vit at lýsa hetta uppskotið betri, og royna at fáa viðurskiftini uppá pláss, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.