Vinna og privatpersónar í Føroyum liva við einum av heimsins hægstu streymprísum. Hetta, meir enn nakað annað, sigur okkum, at núverandi skipan við SEV ikki er nøktandi.
Í mong ár hava fólk roynt at fingið SEV til at hugt í álvara at vindorku. Vit kunnu nevna Tórmóð Dahl sála, ið hevði nógv góð hugskot viðvíkjandi orku í Føroyum, men tá sum nú var SEV hvørki til at høgga ella stinga í. Tað er hugaligt, at feløg og einstaklingar halda fram, har Tórmóður Dahl sáli slepti, og royna at læra SEV hvussu orka kann framleiðast bíligari og meiri umhvørvisvinarligt.
SEV gjørdi so at siga einki við vindorku, fyrr enn aftaná Røkt í Vestmanna vísti, at hetta var eitt gott alternativ til verandi orkuframleiðslu í Føroyum. Tankarnir, ið nú eru frammi við at kombinera eina vindmyllupark og eitt pumpukrafteverk, eru sera spennandi, og tað at SEV eftir øllum at døma einki vil hava við ætlanina at gera, sigur okkum so mikið sum, at skipanin við SEV má broytast. Tað ber ikki til at turrleggja heilar oyggjar og ignorera tekniskar loysnir, ið skapa bíligari orku, uttan avleiðingar.
Ein loysn, ið gevur bíligari og reinari orku til Føroya fólk, skal ikki ignorerast fyri skattgjaldarans rokning - tað verði seg kommunu- ella landsskatt.
Kommunurnar eiga SEV, og SEV verður stýrt á ein hátt, ið ikki sømir seg einum modernaðum orkufelagi. Orkuveiting til landið eigur ikki at verða ein kommunal uppgáva, men ein landsuppgáva, og neyvt samband eigur at verða ímillum førda orkupolitikkin í landinum og SEV. Fyri uttanfyristandandi tykist viðhvørt sum um, at SEV er ein statur í statinum, har lítið rínir við og lítið fær avleiðingar.
Ein loysn hevði verið at landið yvirtók raksturin av SEV, soleiðis at man fekk eitt meiri beinleiðis bindilið milum Føroya Landstýri og SEV. Hetta uppskot er kanska ikki so vælsæð úti í kommununum, men kommunalpolitikarar eiga at spyrja seg sjálvan, um tað kann forsvarast, at man við at varðveita núverandi bygnað, varðveitur høgu orkuprísirnar í Føroyum til ampa fyri privata brúkaran og ikki minst vinnuna.
Orkuprísirnir mugu longri niður, skulu vit í Føroyum gera okkum nakrar sum helst vónir um ein stabilan búskaparvøkstur komandi árini. At gera SEV til ein landsstovn, sum so hevði skyldu at keypt orku frá øllum, ið megna at framleiða orku bíligari enn SEV sjálvt, hevði hjálpt uppá føroysku orkustøðuna. Neyvan verður tað aktuelt í bræði, at privat feløg framleiða alla orku í Føroyum, og ivasamt er, um tann støðan hevði verið ynskilig. Tað besta hevði verið at havt eitt statsligt SEV við eginframleiðslu og so nøkrum privatum undirveitarum.