SEV óttast avleiðing av kæru

Hóast Tórshavnar Býráð nú hevur samtykt serstaka byggisamtykt fyri Húsahagan, so eru allar súður ikki syftar enn, áðrenn SEV kann seta upp vindmyllur har.

Tað vart tann 13. juli í fjør, at SEV søkti Tórshavnar Býráð um loyvi til at seta 13 vindmyllur í Húsahaganum. Ætlanin varð boðin út. Tvey boð komu inn og úrslitið var, at SEV hevði tað lægra tilboðið. Men partafelagið Røkt, sum átti hitt tilboðið, vildi ikki góðkenna mannagongdina og hevur kært málið fyri Vinnukærunevndina.

Í Vinnukærunevndini vita tey ikki, nær tað ber til at taka støðu í málinum.

Har eru hoyringsfreistir og mannagongdir, sum skulu fylgjast, men tey duga ikki at hugsa sær, at tað ber til at taka eina avgerð fyrrenn í fyrsta lagi

seinast í apríl.

SEV ætlaði at skriva undir avtaluna við vindmyllu-framleiðaran Enercon í mai mánað.

- Verður kærunevndin liðug í apríl mánað, og fellir avgerðin til okkara fyrimun, so kunnu vit halda fast í okkara upprunaligu tíðarætlan, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

SEV ætlar at seta vindmyllurnar upp í summar. Men samstundis óttast SEV-stjórin, at kæran kann forpurra alla ætlanina.

- Vindmyllu-framleiðarin hevur nógvar ordrar í bókini, og vit kunnu snøgt sagt ikki skriva undir eina avtalu fyri nógvar milliónir, uttan at vit vita við vissu, at vit eisini hava loyvi at seta upp myllurnar, sigur Hákun Djurhuus.

Verður avtalan ikki undirskrivað í mai, so dettur SEV afturum í ordrabókunum hjá vindmyllu-veitaranum.

- Ja, tað hava vit fingið at vita, og avleiðingin av hesum kann í ringasta føri vera, at øll ætlanin verður útsett í eitt ella tvey ár, sigur Hákun Djurhuus.

- Fáa vit ikki vindmyllurnar at koyra, so mugu vit framleiða streymin við at brenna olju í staðin. Tað merkir eini 20 milliónir krónur í oljurokning um árið, sum vit høvdu spart við vindmyllunum, sigur Hákun Djurhuus.