Á fundi fríggjadagin samdist SEV-stýrið um at biðja stjóran um at steðga útbjóðingina av einum nýggjum motori fyri umleið 30 milliónir krónur.
Klæmint Weihe hevði sent útbjóðingartilfar út til fýra útvaldar veitarar, men nú hevur stýrið lagt upp í.
? Vit hava biðið stjóran um at steðga málinum, so vit fáa betri tíð at viðgera tað og møguliga lata aðrar veitarar sleppa at bjóða eisini, sigur Poul Arni Jacobsen, formaður í stýrinum.
? Tað eru nýggjar upplýsingar komnar fram sum gera, at møguliga er tað áhugavert at lata aðrar enn teir fýra sleppa at bjóða. Tað skal stýrið nú meta um.
Teir fýra veitararnir, sum høvdu fingið freist til 15. februar at lata tilboð upp á motorin, hava nú fingið boð um, at útbjóðingin er steðgað. Men formaðurin í stýrinum sigur, at teir sleppa við aftur, tá útbjóðingin verður gjørd av nýggjum.
Útbjóðingartilfarið kanska broytast
Er hetta ikki at taka stjóran á ræði?
? Nei, tað haldi eg ikki. Stýrið verður noytt at reagera uppá nýggjar upplýsingar í einum slíkum máli, heldur Poul Arni Jacobsen.
Sambært okkara keldum hevur ivi verið sáddur um útbjóðingartilfarið, og tað kann koma uppá tal, at nýtt útbjóðingartilfar skal gerast.
? Stjórin hevur saman við sínum ráðgevum gjørt útbjóðingartilfarið, og tað kundi ikki verið gjørt betri ella øðrvísi tá. Men eftir at vit hava fingið nýggjar upplýsingar, skulu vit eisini avgera, um nýtt útbjóðingartilfar skal gerast, sigur Poul Arni Jacobsen, formaður fyri SEV-stýrið.
Hann vil ikki siga, hvørjar hesar nýggju upplýsingarnar eru, men hann noktar ikki fyri, at tað kann verða onkur veitari, sum ikki slapp við í fyrstu útbjóðingina, sum nú vil sleppa við og kann koma við einum góðum tilboði.
Ikki kunnað nóg væl
Málið snýr seg um ein nýggjan motor, sum skal keypast fyri annan av teimum stóru motorunum á el-verkinum á Sundi. Motorurin á Sundi hevur ikki verið brúktur, síðan ólag kom á hann fyri nøkrum árum síðani.
SEV hevur klárað seg uttan hendan motorin síðani, men Umboðsnevndin hjá SEV hevur samtykt, at nýggjur motorur keypast, og í ár eru 10 milliónir avsettar til keypið.
Formaðurin fyri Umboðsnevndina, Hans Tausen Olsen, sum er eygleiðari á øllum fundum hjá stýrinum, ynskti at fáa fund um útbjóðingina, og fríggjadagin samdist stýrið um at steðga málinum.
Onkur limur í stýrinum sigur seg einki kenna til, at útbjóðingin skuldi verið gjørd, meðan formaðurin fyri stýrið sigur seg hava fingið neyðugu upplýsingarnar.
? Eg havi verið væl kunnaður um útbjóðingina, og eg havi eisini kunnað stýrið um málið. Spurningurin er so, um tann kunningin hevur verið nóg góð, sigur Poul Arni Jacobsen.
Sambært viðtøkunum fyri SEV er tað stýrið, sum »undir ábyrgd fyri umboðsnevndini skipar fyri felagnum og valdar ognum tess, herundir at keypa, selja og veðseta føstu ognir felagsins.«
Klæmint Weihe, stjóri á SEV, og Hans Tausen Olsen, formaður fyri Umboðsnevndina, vilja ikki gera viðmerkingar til málið.