Eftir uppsoti frá Heðini Mortensen varð Sev stýrið sent heim at finna aðrar sparingar, enn at hækka el-prísin. Tað var fíggjarætlanin hjá SEV, sum skuldi góðkennast á umboðsráðsfundinum í dag - og í fíggjarlógaruppskotinum varð m. a. ein hækking av elprísinum upp á 15%.
Heðin Mortensen hevur víst á, at tað er ógvuliga óheppið at SEV kemur við slíkar hækkan so seint, og eftir at fleiri kommunur hava góðkent sínar fíggjarætlanir. Tí skjeyt hann upp, at SEV fer at kanna aðrar møguleikar fyri sparingar, og hetta uppskotið varð samtykt við 38 atkvøðum fyri og 23 ímóti.
Ein eykaaðalfundur skal nú til fyri at góðkenna fíggjarætlanina hjá SEV, og hann má haldast fyri nýggjár.