Hans Dávid Dam
---------------
Eftir í eina drúgva tíð at hava fyrireika stóra vatnorkuútbygging í Norðurstreymi, boðar nevndarformaðurin í SEV nú frá, at ætlanin fyribils er slept. Vit eru mong sum fegnast um hesa skynsomu avgerð.
At henda mikla náttúruhóttan nú er løgd í eina skuffu gerð, at vit aftur kenna okkum trygg við at landsluturin Norðurstreym varðveitur sítt náttúrumargfeldni, eitt ríkidømi fyri okkum øll og okkara eftirkomarar - Ein avgerð í tænur SEV til miklan sóma.
Málið um munandi øking í grønu orkuframleiðsluni er ikki rokkið við hesi avgerðini, sum heldur má takast sum ein fráboðan um at kósin verður broytt.
Tað er eitt stót stig hjá elfelagsskapi okkara, at sleppa vanahugsan og vera opin og kreativ í mun til stóru tøkniligu framstigini á orkuøkinum sum henda í hesum døgum.
Nærliggjandi er at kanna hvat troytsat kann av orku úr vindi og sjóarfallsstreymi.
Tí streym ynskja vit, enntá býligan grønan streym til okkara støðugt vaksandi orkunýtslu.
So eftir er bert at ynskja SEV eydnu við nýggju skynsomu kósini.