Nýggja nevndin í SEV er tann fyrsta í felagsins 61 ára longu søgu Á fyrsta aðalfundinum eftir nýggju viðtøkunum í SEV, sum varð hildin á Hotel Føroyum fyrrapartin, varð alt tað gamla stýrið skift út og nýggj nevnd vald.
Eftir nýggju viðtøkunum eru stýri og umboðsnevnd farin í søguna. Hægsta vald í SEV hevur nú aðalfundurin, og ein nevnd hevur yvirtikið leiklutin hjá stýrinum at hava yvirstjórnina av felagnum.
Nevndin, ið varð vald í dag, er sostatt fyrsta nevndin í 61 ára gomlu søguni hjá SEV.
29 av teimum 30 kommununum vóru umboðaðar á aðalfundinum í dag. Eftir nýggju viðtøkunum hevur bert eitt umboð fyri hvørja kommunu atkvøðurætt á aðalfundinum.