SEV skal selja seg betri

Hóast SEV ætlar at 65 prosent av orkuni hjá SEV skal koma frá varandi orkukeldum um sjey ár, heldur stjórin í felagnum ikki, at talan er um broytta kós.

- SEV hevur altíð verið umhvørvisvinarligt, vit hava bara ikki duga at selt okkum nóg væl, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV

Nýggi SEV stjórin, Hákun Djurhuus, sum varð settur sum stjóri í november í fjør. hevði á TACC ráðstevnuni fyrilestur um at framleiða varandi orku í einum lítlum oyggjasamfelagið. Og hann hevur fleiri ferðir staðfest, at SEV skal økja um varandi orkukeldurnar.

- Í ár keypa vit fyri 100 milliónir í olju, og tá oljuprísirnir eru so høgir, er tað náttúrligt at hyggja eftir møguleikunum fyri varandi orku. Tí sjálvandi er tað stuttligari at gera íløgur í varandi orku. Tað er sunnari fyri bæði umhvørvi og samfelagið. sigur SEV stjórin.

Spurdur um hann sum stjóri hevur lagt á annan bógv og flutt SEV inn á eina meira umhvørvisvinarliga kós, sigur hann avgjørdur nei.

- SEV varð grundað á vatnorku, og frá 1954 og 1964 var vatn okkara einasta orkukelda. Men sum nýtslan øktist, fekk olja størri týdning. Men vit hava altíð arbeitt ímóti at styrkja varandi orkukeldurnar, sigur Hákun Djurhuus.

- Vit hava ongar seljarar, og tað sigur kanska eitt sindur, sigur stjórin. Men hóast felagið ikki skal royna at fáa fólk at brúka meira streym, so hevur SEV eisini tørv á at selja seg, og tað hava vit kanska ikki duga nóg væl.


Orka kostar herligheit

Í dag kemur størsti parturin av orkuni hjá SEV frá varandi orku, 45 prosent frá vatnorku, seks prosent frá vindorku og 39 prosent frá olju.

Ætlanin hjá elfelagnum er, at 65 prosent av orkuni um sjey ár skulu koma frá varandi orku. At røkka hesum máli innan so stutta tíð krevur handling, sigur Hákun Djurhuus.

Verkætlanirnar hjá SEV hava møtt størri mótstøðu enn aðrar verkætlanir, hóast vindmyllur kunnu takast niður aftur, og áir kunnu renna aftur, staðfestir SEV stjórin.

- Vit kunnu tildømis samanbera við útbyggingingarnar í Hoyvíkshaganum. Har er øll náttúran løgd undir asfalt, men hóast hetta hevur meira varandi avleiðingar enn turrlegging av áum til vatnorku, so hevur mótstøðan verið lítil, heldur Hákun Djurhuus.

- Skulu vit hava orku, so skal herligheitin ofrast onkrastaðni.Men hetta merkir ikki, at náttúran er oyðiløgd fyri altíð, sigur Hákun Djurhuus.


Krevur opinleika

Stjórin í SEV viðgongur, at SEV í hesum sambandi hevur duga ov illa at selt sínar ætlanir.

- Sjálvandi er tað altíð onkur sum er ónøgdur, og onkur skal eisini rópa vakt í gever. Men eg haldi eisini, at tað er uppgávan hjá SEV at luttaka í kjakinum, og tað hava vit kanska ikki duga nóg væl, váttar Hákun Djurhuus.

Hann nevnir sum dømi Eiði 2 ætlanina, har alt var hildið rættiliga loyniligt.

- Men útbygging av varandi orkukeldum er nakað at vera stoltur av, og tí er eingin grund til ikki at vera opin.

Í hesum døgum søkir SEV so eftir samskiftisleiðara, sum skal seta orð á virksemið, visjónirnar og málini hjá felagnum bæði í innanhýsis samskifti og í uttanhýsis branding.