– Tað kennist grundleggjandi skeivt, um SEV, sum vit øll eiga, skal býtast sundur í hálvprivat dótturfeløg.
Tað sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi í sambandi við, at SEV ætlar at selja Magn ein triðing av ætlaðum partafelag, sum skal eiga vindmyllulundina í Húsahaga í Havn.
Bjørt Samuelsen heldur, at SEV má og skal ongantíð gerast eitt felag, har inntøkur til privatar íleggjarar er nakað mál í sjálvum sær! SEV skal vera eitt felag, sum tryggjar borgarum og vinnuni so bíligan og grønan streym, sum yvirhøvur til ber.
Harvið hava umboð fyri tveir flokkar, Aksel V. Johannesen fyri Javnaðarflokkin og nú Bjørt Samuelsen fyri Tjóðveldi víst á, at tað er skeivt av SEV at privatisera part av vindmyllunum við at selja til Magn, sum íslendingar eiga.
Lesið eisini: SEV privatiserar vindmyllur til útlendingar
Bjørt Samuelsen vísir á, at tíðindini um at SEV arbeiðir við at stovna eitt dótturfelag saman við oljufelagnum Magn reisir ikki so fáar prinsipiellar spurningar. Og ger tað aftur aktuelt at umhugsa, at skilja SEV sundur í eina framleiðslueind og í eitt netfelag, sum so kann keypa streym frá tí, sum framleiðir bíligast. Hetta er als ikki einfalt, tí netparturin er so inngrógvin partur av SEV. Men, vit eiga undir ongum umstøðum at loyva, at SEV verður privatiserað í smáum bitum, soleiðis, sum lunnar í løtuni kunnu tykjast verða lagdir undir.
TRÝST HER fyri at síggja lesarabrævið hjá Bjørt Samuelsen