SEV skal hava yvirskot

Orkufelagsskapurin roknar við yvirskoti á 3,1 milliónir krónur í ár. Aðalfundurin í dag staðfestir somuleiðis eitt yvirskot í roknskapinum fyri 2013 á 11,9 milliónir krónur

Orkufelagsskapurin SEV roknar við yvirskoti á 3,1 milliónir krónur í ár. Aðalfundurin í dag staðfestir somuleiðis eitt yvirskot í roknskapinum fyri 2013 á 11, 9 milliónir krónur.

 

- Tað hevur stóran týdning fyri felagið, at raksturin gevur avlop, soleiðis at álit er á felagnum, hvat skilagóðari stýring viðvíkur, staðfestir Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, í síni formansfrágreiðing til aðalfundin í dag.

 

Raksturin hjá SEV gav í fjør eitt yvirskot á 11,9 milliónir krónur fyri skatt. Og yvirskot skal eisini vera í rakstrinum í ár.

 

- Fíggjarætlanin fyri 2014 er løgd til rættis við einum yvirskoti á 3,1 milliónir krónur, staðfestir Jákup Suni Lauritsen.

 

Nevndarformaðurin staðfestir í síni formansfrágreiðing, at oljan framhaldandi er nógv tann størsta, einstaka útreiðslan hjá SEV. Bara í fjør keypti SEV olju fyri 168 milliónir krónur. Tað eru 23 milliónir krónur meira enn SEV sjálvt roknaði við at keypa olju fyri, tá fíggjarætlanin fyri 2013 varð løgd.

 

SEV hevur í umbúna at gera risa stórar íløgur næstu árini. Til og við árslok 2017 roknar SEV við at gera íløgur fyri 1,4 milliard krónur. Stórsta, einstaka íløgan hjá SEV verður at byggja eitt nýtt orkuverk á Sundi, ið kemur at kosta onkustaðni millum 600 og 700 milliónir krónur. Eisini skal orkuverkið í Vági byggjast út fyri umleið 95 milliónir krónur.

 

Stóru, vinnuligu útbyggingarnar hjá Bakkafrost á Glyvrum og Pelagos í Fuglafirði krevja eisini nógv av elkervinum hjá SEV. Orkufelagsskapurin skal víðka kapasitetin í báðum økjum við nýggjum koplingarstøðum og kaðalføringum. Tilsamans er talan um eina íløgu á umleið 100 milliónir krónur.

 

- Vit síggja fyri okkum, at neyðugt verður við nýggjari lánifígging á umleið 1,3 milliard krónur, sigur Jákup Suni Lauritsen.

 

Sambært nevndarformanninum verður neyðugt at útvega stóran part av fíggingini uttanlands, tí SEV hevur nærum rokkið markinum fyri, hvat føroyskir peningastovnar kunnu veita felagsskapinum í láni, sigur Jákup Suni Lauritsen og vísir á, at verandi skuld hjá SEV er umleið 500 milliónir krónur,