Bygnaðarbroytingar hjá umboðsnevndini skulu gera SEV til ein smidligari felagsskap. Umboðsnevndin hjá SEV fer á fundi í morgin at taka støðu til eitt uppskot um at broyta bygnaðin og viðtøkurnar hjá nevndini.
Tað er stýrið, sum hevur gjørt uppskotið, og á heimasíðuni hjá SEV stendur, at endamálið er at gera elfelagið til ein smidligari og meiri tíðarhóskandi felagsskap.
Á fundinum í morgin fer stýrið at leggja fram ársfrágreiðing fyri árið í fjør, og roknskapurin fyri 2006 verður lagdur fram til góðkenningar.