SEV setti níggju met

Útbyggingarnar hjá SEV seinnu árini síggjast nú av álvara aftur í hagtølunum í framleiðsluni. 2015 var besta árið nakrantíð á fleiri økjum 

SEV legði 2015 aftur um seg við besta úrsliti nakrantíð á fleiri økjum, og sostatt setti elfelagið fleiri met í fjør.

 

SEV hevur ongantíð áður framleitt so nógva elorku yvirhøvur, og elfelagið setti eisini met, tá talan er um framleiðslu burtur úr vatnorku og vindorku. 2015 var fyrsta árið, har nýggju vindmyllurnar í Húsahaga vóru í rakstri í eitt heilt ár.

 

Vatnorkuverkið á Eiði, har nógvar útbyggingar eru farnar fram seinnu árini, setti met í 2015, og vatnturbinan á elverkinum á Strond hevur ongantíð fyrr framleitt so nógv sum í fjør.

 

Í desember 2015 var elframleiðslan eisini methøg, sammett við øll onnur ár og mánaðir.

 

Í Vestmannaøkinum var framleiðslan tann hægsta nakrantíð síðani 1982, og oljurikna Sundsverkið framleiddi 46,4 prosent minni í 2015, sammett við 2010, tá ið framleiðslan á Sundsverkinum var tann hægsta nakrantíð.

 

Niðanfyri sæst yvirlit yvir SEV-metini í 2015.
 

Framleiðsla  

Met í 2015

Samanbering 

Broyting 

Elframleiðslan tilsamans

314,4 GWt

305,4 GWt í 2014

9,00 GWt meira

Framleiðslan úr vindorku

55,8 GWt

34,5 GWt í 2014

21,30 GWt meira

Framleiðslan úr vatnorku

133,1 GWt

120,7 GWt í 2014

12,40 GWt meira

Grøn orka tilsamans

188,9 GWt

155,2 GWt í 2014 

33,70 GWt meira

Framleiðslan í des. 2015

29,76 GWt

27,62 GWt í 2014

2,14 GWt meira

Eiðisverkið

68,1 GWt

61,8 GWt í 2014

6,30 GWt meira

Vatnturbinan á Strond

4,5 GWt

3,1 GWt í 2014

1,40 GWt meira

Vestmannaøkið

54,8 GWt

54,6 GWt í 1982

0,20 GWt meira

Sundsverkið

93,9 GWt

175,1 GWt í 2010

81,20 GWt minni