Tað hevur sjáldan regnað so illa, og tað hevur sjáldan verið so nógvur vindur í Føroyum, sum í Januar í ár.
Og ímeðan tey allarflestu rýma undir tak, ella í heitari lond undan veðrinum, fegnast tey í Sev.
Sev sigur í tíðindaskrivi at úrslitið av tí nógva avfallinum í januar, er, at vit hava ongantíð áður fingið so nógvan streym burtur úr vatnorku, sum í januar.
Tilsamans gjørdi Sev gott og væl 18 GW av streymi úr vatni í januar, og hetta var næstan helvtin av øllum streyminum
Hetta er tað mesta síðani í januar 2014, tá ið 17,5 GW tímar av streymi vórðu gjørdir úr vatni, og heili 90 prosent meira enn í januar í fjør, tá tað var bæði turt og kalt.
Annars fær Sev eisini streym úr vindi og tilsamans fingu vit 23 GW av streymi úr varandi orkukeldum í januar, sigur Sev.
– Framleiðslan úr varandi orkukeldum hevur ongantíð verið størri enn í januar í ár. Tilsamans var streymurin úr varandi orkukeldum, 63 prosent av øllum streyminum, og 37 prosent av streyminum var úr olju. Í januar vóru 49 prosent av streyminum úr vatnorku og 14 prosent vóru úr vindorku.
Sólorkuverkið í Sumba gjørdi 672 kW í januar, og tað svarar til gott og væl til nýtsluna hjá einum vanligum húski.
– Hetta hevur verið ein góð byrjan upp á árið, og ongantíð fyrr í nýggjari tíð hava føroyingar havt so burðardyggan streym, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV í tíðindaskrivi.
Hann sigur, at í meginøkinum var grøna elframleiðslan yvir 80 prosent av øllum streyminum í átta dagar, men í 17 tímar var allur streymurin úr vatni og vindi.
Men Sev sigur, at hóast framleiðslan úr varandi orku var methøg í januar, var framleiðslan úr vindorku 7,3 prosent minni enn í januar í fjør.
Tað var nevniliga so nógvur vindur, at myllurnar koplaðu frá av og á. Fer vindurin upp um 34 metrar um sekundið, steðga myllurnar, sigur Sev.
Tey siga, at í miðal var vindurin í Húsahaga 14,4 metrar í januar, og tá ið vindurin var mest, var 57,4 metrar.