Elfelagið Sev fer nú at seta vindmyllur upp í Suðuroy.
Í hesum sambandi sigur Sev, at tey nú fara at seta 12 vindmyllur upp omanfyri Porkeri, har tey hava gjørt vindmátingar í eina tíð.
Tær fyrstu seks myllurnar verða settar upp í 2018 og hinar seks verða settar upp í 2020.
Samstundis skulu myllurnar setast til eina battarískipan at goyma streym í.
Men umframt hetta fer Sev eisini at gera eina pumpuskipan í sambandi við elverkið í Botni í Suðuroy. Skipanin verður sett upp ímillum Miðvatn omanfyri Botn og Vatnesvatn omanfyri Hov.
Sev sigur, at tá ið hendan útbyggingin er liðug, og nýggja vindmyllulundin er sett upp í Havn, verður 70 prosent av framleiðsluni hjá Sev, grøn orka.
Men í Suðuroy, har elveitingin er leys av teirri í meginøkinum, verða 75 prosent av orkuni, grøn orka.
– Tá ið útbyggingin í Suðuroy er liðug, fer oljunýtslan hjá í Sev í Suðuroy at minka úr 7.000 tonsum í 2016 niður í 2.000 tons í 2021.
– Samstundis fer pumpuskipanin í Suðuroynni at geva Sev nakrar royndir, sum kunnu brúkast, tá aðrar pumpuskipanir verða bygdar í meginøkinum.
Nýggja vindmyllulundin í høvuðsstaðarøkinum verður áleið líka stór sum vindmyllulundin í Húsahaga.
Hendan vindmyllulundin skal eins og Húsahagi hava eina battarískipan, sum javnar vindin út á netið.