Nakað fyri middag fór streymurin kring alt landið uttan Suðuroy, sum hevur sína egnu streymskipan. Sambært SEV er tað illveðrið, sum hevur argað.
Hóast streymurin fer allastaðni, so eru tað ikki øll sum missa streymin, tí summi hava neyðtól, sum gera teimum streym, tá streymloysi er. Eitt dømi um Landssjúkrahúsið, sum hevur streym, sjálvt um streymurin er farin. Annað dømið er Kringvarpið.
Men høvuðsskrivstovan hjá SEV hevur eftir øllum at døma eisini sítt egna tól at gera sær streym, tí meðan streymurin var burtur fyrru ferð, sendi SEV út rokningarnar fyri streymnýstluna hjá føroyingum í marsmánaði – hóast teir so ongan streym brúktu júst ta løguna. :-)
Og undirstøðukervið hjá televeitarum okkara man so eisini hava havt streym, tá tað bar til hjá føroyingum at taka ímóti rokningum hóast eingin streymur var...
SEV skrivar soleiðis á Facebook um streymloysið:
##med2##