SEV hevur ongar ætlanir um at framleiða vindorku í størri mun enn higartil. Bara ein vindmylla framleiðir streym, og ongar ítøkiligar ætlanir eru um at økja um talið av vindmyllum.
? Vit hava valt betri hættir at framleiða orku, og tað hava vit gjørt við at satsa uppá vatnorku ístaðinfyri vindorku. Vatnorkan er ein nógv betri orka enn vindur, tí hon er varandi og støðugari, sigur Klæmint Weihe.
Hann vísir á, at við vatnorkuni framleiðir tú streym, tá tørvur er á honum.
Stjórin í SEV vil ikki útihýsa møguleikanum, at SEV fer at útbyggja vindorkukervið í Føroyum seinni í tíðini, men ongar ætlanir eru um tað nú.
Hann vísir á, at el-kervið í Føroyum er veikt og tolir lítið av, og møguleikarnir fyri útbygging tí eru avmarkaðir.
Vatn er álítandi
Klæmint Weihe heldur, at vatnorkan er støðugari og tí velur SEV heldur vatn enn vind. Víst verður í tí sambandi á, at ein vindmylla skal skiftast út nakrar ferðir, men ein verkætlan sum Eiði III kann nýtast í eini 100 ár.
Vatnorkan er støðugari og hevur longri livitíð, og tað er orsøkin til, at SEV velur at satsa uppá vatnorkuna.
? Harafturat er tað órealistiskt og hevur einki við veruleikan at gera, tá talan er um at seta 39 vindmyllur upp í Føroyum, sigur Klæmint Weihe.
At enda vísir hann á, at trý krøv eru til øki, har vindmyllur skulu setast upp. Tey skulu hava støðugan vind, vegasambandið skal vera gott og ein háspenningslinja skal vera nær við.