SEV í samstarvi um varandi orku

Tíðargrein:

»This is the moment when we must come together to save this planet. Let us resolve that we will not leave our children a world where the oceans rise and famine spreads and terrible storms devastate our lands«. Vit prenta her røðuna, sum Páll á Reynatúvu, nevndarformaðurí SEV, helt  í samband við at samstarvsavtalan milllum SEV og DONG varð undirritað týsdagin

 

Góða samkoma! Kære forsamling og kære samarbejdspartnere!

Byrjunarorðini í røðuni, eru ikki míni, men tey hjá amerikanska forsetanum, Barack Obama, og tað er mín vón, at hettar verður rásin vit ríða eftir í komandi alheimstíðum.

Hølini vit í dag sita í, hava rúmað manga byltingina í Føroya Søgu. Her eru stórir og vónbjartir tankar hugsaðir fyri land og fólk. Her eru stríð vunnin, og her hava baksláttir verið eftirmettir og saðla hevur verið av nýggjum. Gjøgnum øldir hevur føroyska samfelagið liva í, og gjøgnum hettar umhvørvið. Og tí kennist tað eyðsýnt at ein so stórur og týdningarmikil dagur, sum hesin tá samstarvsavtalan millum DONG og SEV, um framtíðar samstarv, innan heimsins mest dagssettu økir, vitjar so avgerandi og søguríkan stað sum henda, Kirkjubø.

Øll tíðarinnar samtíð hevur havt vónir um at mynda, skapa og menna nútíðina og framtíðina við. Men ongantíð hava tekinini verið so greið til mannaættina, um at náttúrugivna tilfeingið er avmarkað, og at ábyrgdin fyri inntrivum er størri enn nakrantíð, í royndini at tryggja børnum okkara á leið somu livimøguleikar sum vit fingu í vøggugávu. Tann ábyrgdin liggur hjá okkum í dag, og ikki í morgin.

Siðaskifti er byrjað og tíðin er komin at steðga á, og reflektera um hvussu vit á skynsamasta hátt tryggja samfelagnum eina orkumenning, sum virðir okkara varandi náttúru og umhvørvisarv. Uttan mun til hvussu avgjørd vit eru ella ei, so eru ábendingarnar greiðar. Verandi troyting av náttúrutilfeinginum, kann ikki halda áfram. Og einki er meira natúrligt enn at vit føroyingar, ogna okkum hugburðin í orðunum hjá Barack Obama, tí vit eru náttúrunar fólk burturav, her mitt í atlantshavinum.

Hettar er ein stórur dagur, nú SEV saðlar sær gangaran og ríður út í stóru verð. Tí í roynd og veru er ein ongantíð ov lítil at taka ábyrgd, og hettar menningarsamstarvið við DONG, er eisini ein roynd at styrkja um ábyrgdarkensluna hjá føroysku tjóðini, móti sær sjálvari og móti alheiminum. Uttan mun til hvønn politiskan habitus vit hava, so er tað tjóðarbygging vit í dag leggja lunnar undir, og tí eru karmarnir her í Kirkjubø so væl valdir, sum til ber.

Eg meti samstarvssáttmálan millum SEV og DONG, at rúma stórar møguleikar fyri okkara samfelag, og vónin er at samstarvsúrslitini speglast á báðar partar.

Leiðslan í SEV, eigur stórt rós uppiborið fyri væla fyrireikandi arbeiði, og nýggja og djarva nevndin í SEV somuleiðis, fyri at stuðla leiðsluni í arbeiðinum.

Kære samarbejdspartnere! Det er mit håb at dette projektfælleskab mellem SEV og DONG, vil afspejle resultater for begge samarbejdende parter. Det er ligeledes mit håb, at den viden der udvindes i aftalen, kan bidrage til og styrke visionen om en global indsats for bæredygtighed i verden.

Fremtiden ligger lige om hjørnet og Obamas ord forpligter. Færøerne er natur, og vi lever i den og af den, hver eneste dag. Derfor er global ansvarlighed, ikke et spørgsmål om størrelse, men et spørgsmål om gørelse.

Disse lokaler her i Kirkubø, rummer milepæle i færøsk historie. Det er mit håb at smarbejdsaftalen mellem SEV og Dong kan udvikle sig til at blive endnu en.