Orka
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
- Neyðugt er , at politisk støða verður tikin rættiliga skjótt til, hvussu útbyggjast skal komandi árini til tess at røkka málunum í almenna orkupolitikki Føroya. Hetta sigur nýggja nevndin í SEV í frágreiðing til ársroknskapin fyri í fjør, ið varð lagdur fram á ársaðalfundi felagsins.
Eftir at framtíðar orkumøguleikarnir og orkuútbyggingar Føroya hava verið viðgjørdar í fjølmiðlunum og á Løgtingi seinastu dagarnar, eftirlýsir einaráðandi elfelagið á føroyska marknaðinum, SEV, einum útspæli frá landspolitikarunum.
Á heysti í fjør samtykti táverandi umboðsnevndin í SEV eina 10 ára ætlan fyri útbyggingar. Nýggja nevndi metir tað hava stóran týdning at gera langtíðarætlanir innan orkuøkið í landinum, serliga við atliti at varandi orkumøguleikum.
Í ársfrágreiðingini ger nevndin vart við, at hon ikki er liðug at viðgera 10 ára ætlanina hjá undanfarna stýri.
Kommunurnar mugu taka ábyrgd
Nevndin í SEV, við Páll á Reynatúgvu á odda, heldur eisini, at kommunurnar sum eigarar av SEV eiga at taka á seg ábyrgd innan gransking og menning innan framtíðar orkumøguleikar.
- Umframt at eiga stóru uppgávuan sum framtíðar orkuveitari í landinum við øllum tess avbjóðingum, eiga vit eisini stóru ábyrgdina mótvegis komandi ættarliðum av orkunýtarum. Og ta ábyrgdina eiga vit at taka á okkum sum búgvin partur av heimssamfelagnum, sigur nevndin í SEV í frágreiðingini.
Vilja takast við í allar avgerðir
Í ársfrágreiðingini sigur nýggja nevndin eisini, at í samband við avgerðirnar um framtíðar útbyggingar er neyðugt við felags stevi og góðum samskifti millum SEV og landsmyndugleikarnar, sum vara av el-, orku- og náttúruøkinum.
Hetta hevur ikki altíð verið førið.
Tann 15. desember varð ein virkisætlan um at minka útlátið av veðurlagsgassi, nevnd »Skjótt syftir seiðir og tunga takið« útgivin og framløgd á Hotel Føroyum, í samband við at Innlendismálaráðið skipaði fyri veðurlagsráðstevnu.
Í viðmerkingunum til hesa virkisætlan, ið vóru umbidnar til viðgerðina í rættarnevndini av málunum hjá Tjóðveldi um minking av CO2 og menning av varandi orku, ið hava verið viðgjørd á Løgtingi fyrradagin og í gjár, dylur SEV ikki fyri síni frustratión inn á ikki at hava verið við til at gera ritið.
»Við tað at orkuveiting, og herundir serliga elveiting, fyllir ein munandi part í ætlanini, bæði hvat umrøðu og ikki minni CO2 minking viðvíkur, so hevur hetta heilt natúrliga alstóran áhuga og týdning fyri SEV.
Tí er tað sera hugstoytt at staðfesta, at SEV ikki er tikið við í hetta arbeiði, hóast størsti førleikin í landinum á hesum øki er júst at finna hjá SEV. Hetta kemur eisini til sjóndar, tá ið við líta at innihaldinum. Tann parturin av ritinum, sum er skrivaður um orkuveitingar, inni heldur fleiri faktuellar feilir.«