SEV og sólorka
Fyri einum fimm mánaðum síðan fekk Vestmanna kommuna eina nútímans sólorkuskipan heim úr Danmark, sum ætlandi skuldi setast upp og brúkast í Vestmanna skúla.
Talan var um eina íløgu uppá stívliga 240.000 krónur, sum táverandi landsstýrismaður í orkumálum, Eyðun Eltør, var rættiliga positivur yvirfyri. Tí avgjørdi Eyðun, at landskassin skuldi bera helmingin av hesi íløgu.
Tað var danska felagið, Dansk Solenergi, sum seldi sólorkuskipanina til Føroya, og umboðsmaður hjá teimum í Føroyum er Kári Thomsen.
Framkomin skipan
Kári sigur, at skipanin, talan er um, er ein hin mest framkomna á marknaðinum, har tú hevur sonevndan dataloggara og teldustýrdar skipanir, soleiðis at tú alla tíðina kanst síggja, hvussu stór el-framleiðslan er.
- Ætlanin var, at tú skuldi kunna fara inn á heimasíðuna hjá skúlanum og síggja, hvussu stór el-framleiðslan eitt nú var seinasta mánaðin, seinastu vikuna ? ella, hvussu stór framleiðslan er beint nú, sum Kári tekur til.
Hann sigur, at sólorkuskipanin ikki fer at nøkta samlaða el-tørvin hjá Vestmanna skúla, men verður eitt ískoyti, ið svarar til tað, sum eini 4-5 vanlig sethús brúka í streymi.
- Sólorkuskipanin í Vestmanna skúla er ein royndarverkætlan, har tú skal kunna staðfesta, hvussu nógv sólarorka veruliga gevur. Tað serliga við hesi skipan er, at henni ikki nýtist sólarljós fyri at geva orku. Skipanin hevur eitt serligt slag av silicium, sum er eitt grundevni í allari sólorku. Við hesi skipan er dagsljós nóg mikið til orku.
SEV saboterar
Kári Thomsen harmast um, at skipanin í Vestmanna enn ikki er liðugt uppsett og er farin at framleiða orku.
Hann ivast ikki í, at tað er stjórin í SEV, Klæmint Weihe, sum hevur ligið í buktini, tí honum dámar ikki persónin, Kára Thomsen.
- Eg haldi, at hetta kom ógvuliga týðiliga fram á fundi við Vestmanna kommunu, har eg sjálvur og umboð fyri SEV eisini var við. Tí havi eg boðað frá, at er tað mín persónur, sum stjórin í SEV ikki vil vita av, taki eg meg aftur í verkætlanini, sigur Kári Thomsen.