SEV royndarkoyrir elbilar

Fyri jól komu tríggir Citröen C1 EVie elbilar, sum Elfelagið SEV hevur leigað til royndarkoyring í Føroyum.

Citröen C1 EVie er ein vanligur Citröen C1, sum er umbygdur til elbil í Danmark. Elmotorurin er upp á 30 kw ella 51 hk, og bilarnir kunnu koyra millum 80 og 100 km upp á eina løðing.


Starvsfólk hjá SEV hava royndarkoyrt bilarnar um høgtíðina. Ætlanin er, at bilarnir skulu royndarkoyrast av einstaklingum, fyritøkum og stovnum fyrstu tríggjar mánaðirnar í nýggja árinum.