SEV varð í dag rópt á pallin, tá vinnarin av norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønini skuldi kjósast.
Orsøkin til hetta eru framstigini, sum SEV hevr gjørt í royndini at fáa grønari orkuveiting í Føroyum. Og ikki minst vigaði tað nógv, at málið hjá SEV er, at føroyska orkuveitingin skal gerast 100% grøn í framtíðini. Nakað sum nevndarformaðurin, Jákup Suni Lauritsen, eisini legði stóran dent á, tá hann saman við stjóranum, Hákun Djurhuus, tók ímóti virðislønini.
- Vit ætla okkum, at vit í 2030 hava 100% grøna orku, segði stýrisformaðurin.
- Vindur, vatn, sól og sjóvarfall eru keldurnar, sum við nýhugsan og innovatiónn skulu vera við til at geva okkum grøna orku.
- Stórur heiður at vera millum tey tilnevndu. Men at vit nú standa sum móttakarar av virðisløninini er somikið stórt, at eg nærum ikki havi orð fyri hesum, segði nevndarformaðurin millum annað, tá hann tók ímóti virðislønini.










