SEV privatiserar vindmyllur til útlendingar

Annika Olsen skal nú greiða løgtinginum frá, hvørjar fyrimunir føroyski brúkarin og føroyskt vinnulív fær burturúr, at SEV nú ætlar at privatisera ein triðing av vindmyllulundini í Húsahaga til íslendskar íleggjarar.

Annika Olsen skal nú greiða løgtinginum frá, hvørjar fyrimunir føroyski brúkarin og føroyskt vinnulív fær burturúr, at SEV nú ætlar at privatisera ein triðing av vindmyllulundini í Húsahaga til íslendskar íleggjarar.

 

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at stjórin í Magn greiddi væl frá, hví tað er ein fyrimunir fyri Magn at fara í eitt samstarv við SEV um vindmylluparkina.

 

– Hvat er skilagott fyri Magn hevur tó ikki tann stóra áhgan fyri vanliga føroyingin. Tað, sum hevur áhuga fyri vanliga føroyingin, er, um tað er ein fyrimunur fyri brúkaran, at SEV letur ein part av vindmylluparkini til eitt Íslendskt felag, sigur Aksel V. Johannesen.

 

T´æi hevur hann sett Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, skrivligan fyrispurning um málið

 

Hann spyr, um landsstýriskvinnan hevur givið loyvi til, ella ætlar landstýriskvinnan at geva loyvi til, at SEV og MAGN saman kunnu eiga vindmylluparkina í Húsahaga.

 

Eisini vil hann hava at vita, um so er, at loyvi verður givið, um landsstýriskvinnan í stuttum kann greiða frá, hvørjir fyrimunir eru fyri vanliga brúkaran, at ein partur av virkseminum hjá SEV verður privatiseraður til ein útlendskan íleggjara?

 

Aksel V. Johannesen víair á, at SEV í dag er ein interkommunalur felagsskapur, sum allir føroyingar eiga.

 

– Í seinastu viku varð nýggja vindmylluparkin í Húsahaga tikin í nýtslu. Ein sólskinssøga fyri land, kommunur og alt Føroya fólk.

 

– Við vindmylluparkini í Húsahaga hevur SEV tikið eitt stórt stig rætta vegin. Bæði tá hugsað verður um umhvørvið, men sanniliga eisini tí, at vindmyllurnar í Husahaga gera tað munandi bíligari enn frammanundan hjá SEV at framleiða el-orku í framtíðini, tá kostnaðarmikla og dálkandi oljan hevur verið álitið í framleiðsluni, sigur formaður Javnaðarfloksins.

 

Hann vísir síðani á, at framleiðslan verður munandi bíligari, eigur sjálvandi at síggjast aftur hjá føroyska vinnulívinum og føroysku húsarhaldunum. Um ikki beinanvegin, so sum frálíður, so hvørt stóru íløgurnar verða afturgoldnar.

 

– Ítøkiligar ætlanir eru nú um, at ein partur av virkseminum hjá SEV skal privatiserast til íslandska oljufelagið, Magn. Ætlanin er nevniliga, at Magn skal eiga ein triðing av vindmylluparkini í Húsahaga.   

 

– SEV hevur ikki sum endamál at skapa vinning, men íløgurnar og virksemið hjá kommunala felagsskapinum skal hvíla í sær sjálvum. Um ein professionellur, útlendskur íleggjari nú skal eiga ein part av vindmylluparkini, kann hugsast, at rationaliseringin við íløguni í vindmylluparkina ikki fult og heilt kemur føroyskum vinnlívi og føroysku húsarhaldunum til góðar, men í staðin endar í lummunum hjá íslendskum íleggjarum, sigur Aksel V. Johannesen, sum vísir á, at SEV, kommunurnar og Landsstýrið hava til ein og hvørja tíð skyldu til at tryggja bestu fortreytir til vinnulívið og fólkið. Tí er tað serstakliga áhugavert hjá løgtinginum at frætta, hvørjir fyrimunir eru hjá brúkaranum, um Magn verður eigari av vindmylluparkini.