Sev-prísurin hækkar kanska bert 10 oyru

Um ein góðan tíma ella so verður atkvøðugreiðsla um, hvussu nógv prísurin á SEV skal hækka komandi ár.

Føroyska orkufelagið hevur eykaaðalfund í dag á Hotel Føroyum, har eitt av málunum er ásetingin av hesum prísi fyri komandi ár.

Upprunaliga var ætlanin at hækka prísin við 25 oyrum. Her vildi Jarðfeingi kortini geva loyvi til 15 oyru, men meiri sannlíkt er, at eitt heilt triðja uppskot kemur til atkvøðugreiðslu.

Tað er Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn sum hevur lagt uppskot fram um at prísurin bert skal hækka 10 oyru. Her er tað hent, at Pauli T. Petersen úr Vestmanna, og sum situr í nevndini í SEV, tekur undir við hesum.

Av fundinum frættist, at hann metir tað meiri sannlíkt at aðalfundurin kann semjast um hesa hækkingina enn uppskotið frá SEV..

Beint nú er steðgur í aðalfundinum. Men tá hann verður tikin uppaftur klokkan 13:30 verður framvegis tjak um hetta, og síðani verður atkvøðugreiðsla.

Tað eru íalt 65 atkvøður umboðaðar á aðalfundinum, - av teimum eigur Tórshavnar Kommuna tær 20.

Tað eru tí eygleiðarar á fundinum sum meta at einki er avgjørt í hesum máli enn. Men mangt kortini bendir á, at hetta seinasta uppskotið verður tað sum verður samtykt.