SEV: Orsøkin til streymslitið ókend

Meginparturin av landinum lá í streymloysi í hálvanannan tíma rundan um midnáttina, men SEV kennir ikki orsøkina til streymslitið. ? Ikki er greitt, hvat orsøkin var til, at streymurin fór, sigur tekniski stjórin hjá SEV, Finn Jakobsen, við heimasíðuna hjá elfelagnum.

Sum skilst, var tað var eitt brek á elverkinum á Sundi, ið elvdi til streymslitið, men ógreitt er altso, hví motorarnir á Sundi ikki fingu koyrt.

Klokkan var 23.45, tá streymurin fór, og ikki fyrr enn klokkan 1.08 kom hann aftur. Meginparturin av landinum lá tí í streymloysi í næstan hálvanannan tíma.

Hóast streymloysið rakti víða, høvdu Vestmanna og onkrar bygdir í Sundalagnum streym meginpartin av tíðini, og streymslitið rakti ikki Suðuroynna og útoyggjarnar, ið ikki eru bundnar at somu skipan sum meginøkið.