Sev og Røkt fáa loyvi at seta vindmyllur upp í Havn

Tórshavnar Kommuna hevur nú givið bæði SEV og Røkt prinsipielt loyvi til at seta 13 vindmyllur upp í Húsahaga,

beint við Havnina.

Vindmyllur skulu setast í Húsahaga og í hesum sambandi hava bæði SEV og Røkt søkt býráðið um loyvi at seta myllur upp og tað er sjálvandi eitt tekin um, at tey bæði feløgini ætla at bjóða seg fram.

Myllurnar, tey bæði feløgini ætlar at seta upp, eru sama slag. Talan er um Enercon myllur á 900 kW hvør, ella 11 Mw tilsamans. Tær eru 45 metrar høgar upp til navið og veingjaspennið er 44 metrar.

Í sambandi er neyðugt at gera einar einar tríggjar kilometrar av atkomuvegi.

Ætlanin er at leiða streymin frá vindmyllunum í kaðali oman á Sundsverkið.

Býráðslimir í Havn fegnast um ætlanina, tí hetta er enn eitt átak at minka oljnýtsluna og at útvega okkum meiri varandi orku.

Tí samtykti býráðið einmælt at játta Sev og Røkt treytað byggiloyvi og at mæla til, at loyvi verður givið til at myllurnar verða settar upp.