SEV og maskinmeistarar gjørt sáttmála

Maskinmeistararnir hjá SEV fáa 8,6% lønarhækkan næstu tvey árini. Nýggjur sáttmáli varð undirskrivaður fríggjadagin

SÁTTMÁLI

Elfelagið SEV og Maskinmeistarafelagið hava undirskrivað ein nýggjan lønarsáttmála, sum umfatar maskinmeistararnar hjá SEV. Hesir eru eini 45 í tali.
Sáttmálin er galdandi í tvey ár frá 1. mars at rokna.
Í tíðindaskrivi frá SEV verður upplýst, at lønirnar hjá maskinmeistarunum hækka 4,3% 1. mars 2003 og 4,3% 1. mars 2004.
Sagt verður, at eftirlønargjøldini hækka 1% svarandi til 0,8% í virði tann 1. mars í ár og tað sama aftur komandi ár.
?Eitt fylgiskjal um starvsfólkapolitikk er komið í sáttmálan saman við nøkrum smærri broytingum í sáttmálanum, skrivar SEV í tíðindaskriv.
SEV vildi hava sáttmálaskeiðið tillagað, soleiðis at tað samsvaraði betur við sáttmálarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, men hetta vildi Maskinmeistarafelagið ikki.
Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur, at gjørd varð ein tvey ára avtala, og hesa ynskja felagið ikki at broyta.
Báðir partar eru nøgdir við sáttmálan. SEV heldur, at sáttmálin er nøktandi, og Jógvan Nybo kallar sáttmálan og samráðingarnar fyri sera góðar.