Alguvøkstur
Allur innari partur av Funningsfirði var reyður av algum sum eftir eitt grindadráp seinasta vikuskiftið.
Fiskirannsóknarstovan kannaði algurnar og visti at siga, at talan var um tvey kend algusløg, nevniliga myrionecta rubra og scrippsiella trochoidea, harav nøgdirnar av fyrrnevnda slagnum vóru nógv størri enn av hinum. Bæði sløgini hava tó tann eginleika, at tey kundu lita sjógvin reyðan.
Kanningarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni vístu, at talan var um kend algusløg í Føroyum sum kunnu blóma upp, tá ið umstøðurnar eru tær røttu. Stovnurin legði dent á, at hesi algusløg á ongan hátt eru eitrandi, og tí var heldur einki til hindurs fyri eta fisk ella skeljadjór av Funningsfirði, meðan algurnar vóru upp á tað mesta.
Kanningarnar vístu eisini, at ein góð miljón algur vóru í hvørjum litri av sjógvi, og tað er rættiliga nógv, men ikki ókent, tá ið umstøðurnar eru til tess.
Væntandi var, at algurnar fóru at hvørva, tá ið hendan vikan eru úti, og tann metingin hevur hildið.
Næstan burtur
Høgni Debes á Fiskirannsóknarstovuni sigur, at fólk av stovninum vóru í Funningsfirði hósdagin og kannaðu fjørðin, og nú vísti tað seg, at algurnar vóru næstan burtur.
- Onkustaðni sóu vit ein færra av reyðum í sjónum, men annars sást lítið til alguvøksturin meira.
Hann væntar, at einki sæst eftir algurnar á Funningsfirði, tá ið hendan vikan er umliðin.
Fiskirannsóknarstovan hevur eina sonevnda algutænastu, har serliga firðir og sund á fastlandinum regluliga verða kannað fyri alguvøkstur. Haraftrat hevur stovnurin samband við fólk í eitt nú Suðuroy, sum kunnu boða frá, um algur síggjast uppi í sjónum.
- Algur er vanligt fyribrigdi um summarið - ikki minst á Funningsfirði, men eisini á Skálafjørðinum og øðrum firðum kring landið. Í ár hava vit tó ikki frætt um annan alguvøkstur, sum hevur verið at sæð omaná sjónum.
Høgni Debes sigur, at nógv sløg eru av algum, og tey kunnu lita sjógvin á ymiskan hátt ? alt eftir, hvat slag talan nú einaferð er um.
- Hesaferð var talan um serliga stórar nøgdir, sum ikki eru sæddar so ofta í Føroyum áður. Tó vita vit um, at langt afturi í tíðini hava hesi fyribrigdi eisini gjørt seg galdandi um summarið.
Einki samband
Hann sigur, at alguvøksturin á Funningsfirði í ár var seinni enn eitt vanligt ár, men hann heldur, at hetta kann hanga saman við, at gróðurin í ár er seinur.
- Vit halda tó ikki, at slíkur alguvøkstur hevur nakað við vanliga gróðurin í sjónum at gera, tí vit hava havt ár við nógvum alguvøkstri, tá ið góðurin annars hevur verið lítil. Í ár vísa kanningarnar, at gróðurin á landgrunninum liggur beint omanfyri eitt miðal ár. So, tað er ikki hetta, sum er orsøkin til nógvu algurnar á Funningsfirði hesa seinastu vikuna.
Høgni heldur, at góðveðrið í síðstu viku kann hava havt sína ávirkan á vøksturin. Hann heldur tó ikki, at tað er hitin í sjónum, sum hevur gjørt allan munin, tí tað tekur langa tíð, áðrenn hitin í sjónum broytist nakað serligt.
- Eg trúgvi heldur, at nógva sólin og liggjandi góðveðrið, vit høvdu, hevur havt eina størri ávirkan enn sjálvur hitin í sjónum hesar dagarnar, sigur hann.
Spurdur, um stovnurin kennur til, at vit kunnu hava eitrandi alguvøkstur í Føroyum, sigur Høgni:
- Jú, tað hava vit dømir um.
Hann vísir eitt nú á eina hending í Lopra fyri nøkrum árum síðan, tá ið fiskur á fjørðinum doyði av eitrandi algum.
- Hetta er eisini kent í Noregi, har teir stundum hava havt stórar trupulleikar við eitrandi algum sum hava gjørt av við nógvan fisk.
SEV ikki orsøkin
Vit spurdu eisini Høgna Debes, um vatnorkuútbyggingin hjá SEV kann hava havt ávikan á alguvøksturin á Funningsfirði, nú minni feskt vatn rennur í Funningsfjørð:
- Vit hava tosað leystliga um hetta á stovninum, men tað ber ikki til á nakran hátt vísindaliga at undirbyggja, at vatnorkuútbyggingin kann havt havt nakra ávirkan á hesi viðurskifti. Tí, sum eg nevndi, so vita vit um slíkan alguvøkstur á Funningsfirði langt afturi í tíðini, og tá var eingin vatnorkuútbygging framd, sum kundi havt ávirkað alguvøksturin á fjørðinum, sigur hann at enda.










