SEV nýggjan starvsfólkaleiðara

1. november tekur Oluffa undir Kletti við sum starvsfólkaleiðari hjá elfelagnum SEV Nýggi starvsfólkaleiðarin hjá SEV hevur seinnu árini verið leiðslusamskipari á Almannastovuni, har hon hevur starvast síðani 2003. Oluffa undir Kletti hevur í sínum starvi sum leiðslusamskipari á Almannastovuni havt starvsfólkaøkið um hendi, og førleikamenning, sáttmálaviðurskifti og starvssetanir hava verið týðandi partur av arbeiði hennara.

Oluffa undir Kletti, sum er 40 ára gomul, hevur bachelorútbúgving í rakstrarbúskapi og samskifti frá Roskilde Universitetscenter.

Umleið 150 fólk starvast hjá SEV.