Á nýggjárinum hækkar prísurin á streymi 10 oyru fyri kilowatt tíman, umframt mvg.
Men tað er alt, sum talar fyri, at longu um eitt ár verður neyðugt at hækka prísin enn meiri.
Tað er niðurstøðan á eyka aðalfundinum í SEV mánadagin.
Upprunaliga ætlaði SEV at hækka prísin 25 oyru fyri kilowatt tíman, umframt mvg og so skuldi prísurin ikki hækka aftur tey næstu fimm árini.
Tað skuldi geva SEV javnvág í raksturin næsta ár og avlop í 2013.
Men tað vildi Jarðfeingið, sum skal góðkenna prísin, ikki góðtaka.
Jarðfeingi metti, at ein príshækking upp á 15 oyru, umframt mvg, var hóskandi í hesum umfari.
Men Jarðfeingið ger samstundis vart við, at tað allarhelst verður neyðugt at hækka prísin aftur næsta ár.
Tað tók SEV til eftirtektar og skeyt upp á eykaaðalfundinum, at prísurin á streymi skal hækka 15 oyru næsta ár, umframt mvg.
Harumframt høvdu nevnd og leiðsla í SEV funnið sparingar í rakstrinum fyri fimm milliónir, tí tað var mett, at tað var forsvarligt at spara.
Men hetta góðtók eykaaðalfundurin ikki.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, skeyt upp, at príshækkingin verður 10 oyru fyri kilowatt tíman, umframt mvg.
Samstundis skeyt hann upp, at SEV skal spara 10 milliónir í rakstrinum næsta ár.
Í SEV hava tær 30 kommunurnar eina atkvøðu fyri hvørjar byrjaðar 1000 borgarar.
Sostatt eru tilsamans 65 atkvøður á aðalfundinum í SEV, har Tórshavnar Kommuna hevur 20 atkvøður.
Tá ið atkvøtt var um uppskotið frá nevndini í SEV um at hækka prísin 15 oyru, vóru einans 26 atkvøður fyri og 39 vóruu ímóti.
Hinvegin varð broytingaruppskotið hjá borgarstjóranum í Havn samtykt við 45 atkvøðum fyri, 19 vóru ímóti og ein atkvøða var blonk.
Ein avjóðing
Jákup Suni Lauritsen, formaður í nevndini í SEV, ásannar, at tað verður ein stór avbjóðing at finna sparingar fyri 10 milliónir.
Hann hevur annars ongar viðmerkingar til úrslitið av eykaaðalfundinum, tí hann staðfestir, at tað eru kommunurnar, sum eiga SEV.
- Tað eru kommunurnar, sum hava avgerðina og tær avgerðir, sum verða tiknar, rætta leiðsla og SEV seg eftir, sigur hann.
- Men hann staðfestir kortini, at leiðsla og nevnd mettu, at ein sparing upp á fimm milliónir var forsvarlig so tað verður ein stór avbjóðing at finna sparingar fyri fimm milliónir afturat.
- Hetta verður ein bogi, sum verður ringur at spenna.
Men Jákup Suni Lauritsen sigur, at fyribils fær hann onki sagt um, hvørjar avleiðingar hetta fær.
- Nú fara vit at halda jólafrí, men eftir nýggjar fara vit aftur til arbeiðis og tá skulu vit so finna sparingarnar, eigarin hevur álagt okkum at finna, sigur hann.
Nevndarformaðurin vil kortini ikki siga nakað sum helst um príshækkingar næsta ár, tí veldst alt um oljuprísin.
Og tað er júst oljuprísurin, sum er tann eymi parturin í SEV.
Hesi seinastu 12 árini er oljurokningin trýfaldað og í ár verður oljurokningin hjá SEV 135 milliónir og tað er helvtin av øllum rakstrarútreiðslunum.
Leggjast kann afturat, at oljuútreiðslurnar í ár verða 18 milliónir hægri enn mett varð við ársbyrjan at tær fóru at verða.
Les eisini greinina: Ikki rætt at fáa prísin á streymi upp í skattin og greinina hava ráð at hava hall í nøkur ár.