SEV fundur
Tórshavn: Umboðsráðið hjá SEV hevði fund á Hotel Hafnia mánadagin. Á skránni var uppskot um misálit á stjóran og stýrið fyri SEV. Misálitisuppskotið fall, men leiðslan fekk eina átalu, og embætisførslan hjá stjóranum skal kannast.
Tá atkvøtt varð um misálitisuppskotið móti stýrinum og stjóranum, vóru 34 atkvøður fyri, meðan 36 umboðsnevndarlimir atkvøddu í móti misálitinum. Ein atkvøða varð kend ógildug, men keldur í umboðsráðnum siga, at hon var ætlað at vera fyri misálitisuppskotinum.
Í øllum førum er greitt, at SEV stýrið og stjórin hingu í einum rættiliga klønum leidningi hendan dagin á Parnassinum.
Eftir at misálitsuppskotið var fallið, varð atkvøtt um at geva stjóranum eina átalu. Og har var eingin slingur í valsinum. Tað vóru 58 atkvøður fyri og 13 í móti at átala SEV stjóran fyri embætisførslu hansara í málinum um Vágatunnilin, har han sjálvur er nevndarformaður.
Eisini varð skotið upp, at ein hoyring skal setast í verk móti stjóranum í SEV. Henni vóru 38 atkvøður fyri, meðan 30 vóru ímóti, og tríggjar atkvøður vóru blankar.