SEV lækkar ikki prísin

Hóast árið í fjør royndist sum metár hjá SEV, vil nevndarformaðurin, Jákup Suni Lauritsen, ikki lovað lægri streymprís til brúkararnar

Á aðalfundinum í SEV seinnapartin í gjár blivu kunngjørd sera góð tøl, tí yvirskotið í 2015 var 103 milliónir krónur, sum er stór framgongd frá árinum frammanundan, tá 57,7 milliónir lógu eftir.

Yvirhøvur er talan um eina góða gongd, síðani SEV í 2010 hevði eitt hall upp á 46 milliónir krónur, men síðani 2013 hevur havt yvirskot á hvørjum ári - og hesaferð altso metstórt yvirskot.

- Vit fegnast um góða úrslitið, men hava tó ongar ætlanir eru um hvørki at lækka ella hækka elprísin, sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við hann.