Sev lækkar elprísin

- Umhvørvisstovan hevur álagt Sev at lækka elprísin fimm oyru/kWt á nýggjárinum. Sev tekur hetta til eftirtektar við ávísum fyrivarnum og vísir m.a. á, at lækkingin kann seinka grønu útbyggingunum, og at elfelagið ynskir eina nágreiniligari viðgerð av prísásetingini frameftir, skrivar Sev í tíðindaskrivi í dag. 

 

 

Sev hevur havt eyka aðalfund í dag, har millum annað prísurin á el framyvir hevur verið á skránni. 

 

- Umhvørvisstovan hevur í sínum eftirlitsleikluti álagt Sev at lækka elprísin fimm oyru/kWt á nýggjárinum. Elfelagið tekur hetta til eftirtektar, men Sev loyvir sær at vísa á, at hetta kann fáa ávirkan á grønu útbyggingarnar. Lækkingin fevnir um allar kundar uttan útflutningskundarnar í serligu prísskránni, sum brúka meira enn 30.000 kWt um árið, skrivar Sev. 

 

 

-Vit taka nú ávíst fyrivarni í ætlanunum at byggja grønu orkukeldurnar út, tí príslækkingin krevur, at vit umhugsa støðuna av nýggjum. Við øðrum orðum kann príslækkingin seinka ætlaðu útbyggingunum innan grøna orku – m.a. ætlanunum í Suðuroynni við vindmyllum, battarískipan og pumpuskipan, staðfestir John Zachariassen, nevndarformaður í Sev, í tíðindaskrivinum. 

 

 

Eykaaðalfundurin hjá Sev samtykti í dag, at ein komandi aðalfundur eisini tekur støðu til partar av íløgunum og tíðarætlanunum. Nýggja nevndin hevur samtykt at raðfesta grønu útbyggingarnar fremri og skunda undir grønu íløgurnar, og nevndin vil halda fast um hesa kós.

 

 

 

- Elfelagið lækkaði elprísin fimm oyru/kWt av sínum eintingum 1. januar í 2017, men tað merkir ikki, at Sev heldur tað vera skilabest eisini at lækka elprísin í 2018, samstundis sum bæði SEV og Føroya Landsstýri hava sett sær høg mál á grønu kósini, har ætlanin m.a. er, at øll elorka á landi skal koma frá varandi orkukeldum í 2030, skrivar Sev. 

 

 

Samanumtikið metir Sev, at tað er ivasamt, hvørja heimild eftirlitið hevur einvíst at lækka elprísin, og Sev hevur eisini eftirlýst nøktandi grundgevingum fyri at krevja eina príslækking 1. januar 2018. SEV og eftirlitið eru vorðin samd um, at partarnir fara undir at viðgera prísásetingina fyri 2019 beint eftir ársskiftið.

 

 

- Vit meta tað neyðugt at standa saman um at røkka málinum í 2030, sum krevur eina trygga tilgongd, har javnvág er ímillum, veitingarskyldu, veitingartrygd, búskaparligt skynsemi, grønar útbyggingar og orkuskiftið hjá brúkarunum frá brennievni til elorku til m.a. hitapumpur og elbilar, sigur John Zachariassen, nevndarformaður í tíðindaskrivinum. 

 

 

Hann vísir á, at elprísurin fyri ein stóran part skal fíggja grønu útbyggingarnar, og at tað kostar at byggja grøn orkuverk, men at tey eru bíligari í rakstri enn oljuverkini, tá ið tey eru sett upp.