Tað var elfelagið SEV; sum hevði lægsta tilboðið upp á ætlanina at seta 13 vindmyllur upp í Húsahaga við Havnina.
Tað var fgreitt, tá ið tilboðini vórðu latin inn á miðegi í dag, sigur Sev á síni heimasíðu.
Tilsamans geva hesar myllurnar 11,7 MW av vindorku, sum verða knýtt í elkervið.
Tvey tilboð komu inn, eitt var frá Sev og eitt var frá smápartfelagnum, Vindrøkt
- Tilboðið frá Vindrøkt hevði ein prís upp á 37,5 oyru/kWt og tilboðið hjá SEV hevði ein prís upp á 31,6 oyru/kWt., skrivar Sev.
P/F Magn er við í verkætlanini hjá SEV, har teir fara at eiga ein týðandi part.
Johan Dahl, landsstýrismaður fegnaðist um útbjóðingina, og sær hann hetta sum ein fyrimun fyri elbrúkararnar.
Jarðfeingi fer nú í holt við at kanna tilboðini, væntandi fyriliggur úrslit teirra um miðjan januar komandi ár.