Tað kom dátt við hjá SEV, at eykaaðalfundurin leygardagin ikki vildi góðtaka, at prísurin á streymi verður hækkaður 15 oyru fyri kilowattíman. Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður í SEV, segði við tíðindi á Rás2, at nú mugu tey hugsa seg væl um, hvussu samanhangur so kann fáast í fíggjarætlanina fyri næsta ár, tá ið tað ikki ber til at hækka prísin.
Hann helt, at støðan var eitt sindur løgin, tí elveitingareftirlitið hevur góðkent príshækkingina, men at tað var eykaaðalfundurin, sum segði nei.
Men hetta ber so við sær, at fíggjarætlanin fyri næsta ár má endurskoðast.
Hann segði við Rás2, at ein avleiðing av støðuni kann verða at arbeiðið at menna aðrar orkukeldur enn olja, verður seinkað.
- Sostatt verða vit meiri tengd at oljuni, enn vit høvdu ætlað. Og tað er júst oljan, sum er høvuðsorsøkin til at rakstrarúrslitið hjá SEV ikki er frægari enn tað er, tí hon er so dýr.
Annars sigur hann, at tey í SEV hava vent hvørjum steini fyri at finna sparingar
- Skulu vit skerja útreiðslurnar at røkta og menna elkervið, er tað ein vandi fyri trygdini og tað kann elva til óstøðugan streym.
Annars skulu starvsfólk sigast upp og hetta eru tvinnir kostir, sum tey í SEV leggja doyðin á at sleppa undan.
Hann heldur kortini, at SEV kann fara undir eitt størri kunningarátak fyri at fáa kommunurnar at skilja, hví tað er neyðugt at hækka prísin.
Hann heldur eisini, at tað átti ikki at komið óvart á kommunurnar, at SEV ætlar at hækka prísin, tí tað hava tær vitað. Tí kundir tær havt lagt upp fyri tí, nú tær leggja fíggjarætlan fyri næsta ár.