SEV hevur aðalfund í dag

Klokkan 10 í morgun hevur elfelagi SEV aðalfund.

Fundurin verður hildin á Hotel Hilton Garden Inn.

Allar kommunur í Føroyum eiga SEV, og umboð fyri kommunurnar manna nevndina í SEV.

Sjey limir eru í nevndini. Vága, Streymoyar, Eysturoyar, Norðoya og Sandoyar sýslur eiga ein lim í part, og Suðuroyggin og Tórshavnar Kommuna hava hvør sín nevndarlim.

Stjórin í SEV, Hákun Djurhuus, hevur dagligu fyristøðu felagsins, og myndar dagligu leiðsluna saman við trimum deildarstjórum.

Í nevndini hjá SEV eru hesi:

Kári Johansen, umboðandi Tórshavn, sum er formaður 

Haraldur S. Hammer, Norðstreymoy, sum er næstformaður

Sonni L. Petersen, Eysturoy, nevndarlimur

Sune Jacobsen, Vágar, nevndarlimur

Oddmar á Lakjuni, Norðoyggjar, nevndarlimur

Poul Klementsen, Sandoy og nevndarlimur

Niclas Hentze, umboðandi Suðuroy, nevndarlimur

Skráin á aðalfundinum er hendan:

1. Val av fundarstjóra sambært § 3, stk. 4 í viðtøkunum

2. Frágreiðing frá nevndini um felagsins virksemi í undanfarna roknskaparári

3. Grannskoðaður rakstrarroknskapur og fíggjarjavni til góðkenningar

4. Val av grannskoðara, jbr. § 8, stk. 2 í viðtøkum felagsins