Elfelagið SEV hevur ársaðalfund í morgin klokkan 10 á Hotel Føroyum.
Fundurin er almennur. Á skránni er umframt ársfrágreiðing og ársroknskapur fyri 2009, endurskoðað uppskot til fíggjarætlan fyri 2010 og kunning um ymisk viðurskifti. M.a. fer Hákun Djurhuus, stjóri, at kunna um vindorku, umboð fyri Elveitingareftirlitið fer at greiða frá virksemi tess, og Terji Nielsen, projektleiðari, fer at avdúka, hvørja niðurstøðu ein arbeiðsbólkur hjá SEV er komin til í sambandi við kanningar av møguligum pumpuorkuverki í Føroyum.









