SEV
?Eg ætli mær at siga mína meining á fundinum.
Absalon í Buð er næstformaður í umboðsnevndini hjá SEV.
Men hann hevur ongar viðmerkingar til málið um trupulleikarnar hjá SEV stjóranum og stýrinum, sum formaðurin í umboðsnevndini, HansTausen Olsen, nú ætlar at taka upp í umboðsnevndini.
Hans Tausen Olsen heldur, at SEV stjórin hevur ein gegnistrupulleika, tí umframt at vera SEV stjóri, er hann eisini formaður í nevndini fyri Vágatunnilin . Og í SEV hevur hann verið við til at viðgjørt mál, sum viðvíkja Vágatunlinum.
Samstundis heldur formaðurin fyri umboðsnevndini, at SEV stýrið hevur ein trupulleika, tí tað hevur góðkent leiklutin hjá stjóranum.
Men tað skilst, at tað eru ikki øll, sum eru so heilt samd við formanninum í umboðsnevndini.
Ein av teimum, sum, í hvussu so er ikki treytaleyst, tekur undir við sjónarmiðjunum hjá Hans Tausen Olsen, formanninum fyri umboðsnevndini, er Absalon í Buð, sum er næstformaður í umboðsnevndini.
Hann sigur, at alment hevur hann ongar viðmerkingar til málið.
?Eg fari at siga mína meining á fundinum, men heldur ikki fyrrenn tá.
? Ongin hevur sett seg í samband við meg um nakað sum helst og eg ætli mær ikki at siga mína meining fyrrenn á fundinum
Men hann sigur kortini so mikið sum tað, at hann eftir hansara tykki er hetta málið at blása ein myggjabita upp til ein heilan bláhval.
Og hann heldur eisini, at handfaringin av hesum málinum h evur verið heilt skeiv.
Men at útgreina hesi úttalsini nærri, vil hann ikki.
Men hann fær mannagongdin a í hesum málinum illa at samsvara við politikkin hjá umboðsnevndarformanninum í øðrum málum.
?Nakrar ferðir hevur uppskot verið frammi um at gera umboðsnevndirnar hjá SEV almennar.
Men tað hevur Hans Tausen Olsen heilt avgjørdur verið ímóti, tí hann vil hava tað, sum fyriferst á umboðsnevndarfundunum fyri afturlætnum hurðum og krógvað fyri almenninginum.
?Tað fái eg illa at samsvara við, at hann nú einsamallur leggur alt tilfar um stjóra og stýrið út á blik fyri almenningium, sigur Absalon í Buð.
Men fær Hans Tausen Olsen ikki undirtøku í nevndini fyri sínum sjónarmiðjum. Eigur hann so at fara frá?
Tað má standa til hann sjálvan. Eg vildi ikki mett, at nevndin fór at koyra hann frá, hóast hon ikki skuldi tikið undir við honum í hesum málinum, sigur Absalon í Buð.