Landið skal ikki longur sleppa at skáka sær undan at rinda sín part av tí, sum tað kostar at menna varandi orkukeldur í Føroyum.
Tað verður eitt krav frá Sev, staðfestir Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður í Sev.
- Og ber tað ikki til at fáa eina greiða avtalu við landsstýrið um, hvørjar ábyrgdir og skyldir landið og Sev skulu hava á økinum, fer Sev eisini í stóran mun at sleppa endanum í royndunum at menna varandi orkukeldur í Føroyum, leggur hann afturat.
Rinda alt gildið
Tað er ein almennur málsetningur í veðurlagspolitikkinum hjá landsstýrinum, at í 2020 skal 75% av orkunýtsluni í Føroyum vera frá varandi orkukeldum.
- Men landið hevur tíverri ikki samstundis gjørt sær greitt, hvussu vit røkka endamálinum og, hvussu kostnaðurin fyri hetta skal býtast sundur ímillum landskassan og Sev.
Við øðrum orðum hevur landsstýrið sett sær eitt greitt endamál, men samstundis krevur tað at tað bara skulu vera onnur, sum skulu rinda alt gildið.
- Og tað kann altso ikki vera meiningin, at Sev einsamalt, skal gjalda alla rokningina fyri hetta, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hann sigur, at tað er rættiliga stórur saknur í, at landið ikki vil taka sín part av ábyrgdini.
- Eitt er tað, at landið ikki vil rinda sín part. Tað er uppaftur verri, at landið hevur tvørturímóti avgjørt at lata vera við at stuðla, sigur nevndarformaðurin.
Hann sipar til, at landskassin vildi ikki stuðla Sewave ætlanini, sum hevði til endamáls at menna alduorku.
Samráðingar
Á eykaaðalfundi í Sev í gjár, fekk Sev undirtøku fyri at hækka prísin á streymi 15 oyru fyri hvønn kilowatt tíma.
Men tað reið um snarið, tí tað vóru 34 atkvøður fyri og 30 ímóti.
Hetta tekur nevndarformaðurin sum eitt greitt tekin um, at eigararnir eru ónøgdir við at Sev hevur átikið sær mestsum alla ábyrgdina, og allan kostnaðin fyri at røkka veðurlags málsetninginum hjá landsstýrinum.
Páll á Reynatúgvu sigur, at tí fer Sev beinanvegin í tí nýggja árinum, at seta biðja um fund við landsstýrið at fáa greiði á hesum viðurskiftunum.
Hann sigur, at Sev vil hava greiði á málinum til aðalfundin í Sev í vár og tí er ætlanin at fara undir hesar samráðingarnar beinanvegin í næsta ári.
- Vit mugu fáa eina greiða avtalu við landsstýrið um, hvussu vit røkka málsetningin um 75% varandi orku í 2020 og um, hvussu rokningin skal býtast sundur.
Hann sigur, at fæst ikki ein greið avtala við landsstýrið, ivast hann heldur ikki í, at Sev fer eisini at halda aftur við sínum framtíðarætlanum um at menna varandi orkukeldur.
- Eg haldi, at greiða ábendingin frá aðalfundinum er, at kommunurnar vilja ikki treytaleyst, at Sev einsamalt skal átaka sær uppgávuna at menna varandi orkukeldur.
Endurskoða útbyggingar
Nevndarformaðurin tekur eisini til eftirtektar, at á aðalfundinum førdu umboð fyri fleiri kommunur fram, at tað verður neyðugt at endurskoða framtíðar íløguætlanina hjá Sev.
- Tað er nevndin í Sev samd um og tað verður væl ein partur av arbeiðnum at finna eina avtalu við landið um, hvussu ábyrgdin fyri at menna varandi orkukeldur, skal býtast sundur ímillum landið og kommunurnar.
15 oyru
Eykaaðalfundurin hjá Sev samtykti í gjár at hækka prísin á streymi 15 oyru fyri kolowatt tíman. Harafturat kemur so mvg, so hjá vanligum húsarhaldum verður streymurin 19 oyru dýrari frá á nýggjárinum.
Men tað var akkurát so, at tað varð samtykt tí einans 34 atkvøður vóru fyri og 30 vóru ímóti.
Kommunurnar hava eina atkvøðu fyri hvørjar 1000 borgarar og tilsamans eru 65 atkvøður.
Eitt uppskot frá borgarstjóranum í Havn varð felt, men har var meirilutin upp aftur teprari, tí har vóru 33 atkvøður fyri at fella tað 31 atkvøddu fyri.
Borgarstjórin í Havn skeyt upp at semjast um eina millumloysn, har prísurin á streymi hækkaði 7,5 oyra, men at Sev so afturfyri skuldi spara 20 milliónir.
Hann heldur, at ein hækking upp á 15 oyru er alt ov tung byrða afturat oman á herðarnar hjá vinnuni og tá ið mvg er komið afturat, er talan um eina hækking upp á 19 oyru til vanlig húski og tað er ov tung ein byrða at leggja á fólk afturat øllum øðrum byrðum.
Men hóast hann varð spurdur, hevði hann onki boð upp á, hvussu sparast skuldi, tí hann metti, at tað var ein uppgáva hjá nevnd og leiðslu og tey høvdu bara at rætta seg eftir boðum frá eigarunum.
Sev leiðslan førdi fram, stóri trupulleikin hjá Sev, er, at tað er við at koma gjaldførisneyð og tí er neyðugt at fáa pengar í kassan. Sostatt nyttar onki at spara við at drála við íløgum, tí tað gevur einki í kassan.
Sostatt er bara ein loysn og tað er at spara í rakstri.
Men at spara 20 milliónir í rakstrinum er ikki gamansleikur, tí tað fer at føra til umfatandi uppsagnir, staðfesti John Danielsen, roknskaparstjóri í Sev.
Páll á Reynatúgvu staðfesti, at sleppur Sev bara at hækka prísin 13 oyru ístaðin fyri 15 oyru, fer tað at kosta 10 fólkum starvið.
Gunvá vi Keldu, sum er borgarstjórin í næststørstu kommununi í landinum, var grundleggjandi ósamd við borgarstjóran í høvuðsstaðnum.
Hon helt, at tað er undrunarvert at borgarstjórin í Havn at kemur so seint at mótmæla hlækkingina.
Hon helt, at kommunurnar áttu at hava álit á, at tá ið nenvd og leiðsla vístu á, at tað var alneyðugt at at hækka prísin 15 oyru, so var tað tí at tað var neyðugt og alt annað er óseriøst.










