Ósemjan millum SEV og Eiði 2 Suður samtakið við MT Højgaard Føroyar P/F og J&K Petersen Contractors P/F í tunnilsmálinum endaði við semju millum partarnar fríggjadagin 28. mars 2014.
SEV hevur góðtikið at rinda samtakinum 11,5 milliónir krónur í eykakostnaði.
Talan var um eina eyka rokning frá samtakinum til SEV sum arbeiðsánari. Samtakið kravdi sum arbeiðstakari ein eykakostnað á tilsamans 30 milliónir krónur við rentum í endaligu uppgerðini av arbeiðstøkuni Eiði 2 Suður.
Arbeiðið fevndi um ein átta kilometrar langan vatnsavningartunnil oman fyri Norðskála og suður í móti Selatrað.
Hoyri samrøðu viið Hákun Djurhuus, stjóra í SEV, við at trýsta á pílin undir myndini.










