SEV fullan politiskan stuðul til útbyggingarætlanir sínar

Framsøgufólkini á tingi í orku- og umhvørvismálum lovaðu mestum við ein munn á aðalfundinum, fullan stuðul til útbygginarætlanir SEVs. Allir flokkar uttan Javnaðarflokkurin vóru umboðaðir.

Framsøgufólkini vóru boðin við á fundin at umrøða, hvussu vit fíggjarliga og umhvørvisliga røkka avbjóðingunum í veðurlagsálitinum á elveitingarøkinum.

Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum fegnaðist um grøna politikkin hjá SEV, og váttaði framhaldandi stuðul til ætlanirnar hjá dóttirfelagnum hjá SEV, Sewave, um at byggja eitt royndaralduorkuverk.

- Undan síðsta vali vóru umboð fyri allar flokkar á fundi við SEV um hesar ætlanir, og har góvu vit øll tilsøgn um at stuðla ætlanini fíggjarliga. Vit standa við okkara tilsøgn, legði Kári P. Højgaard dent á.

Hann heitti samstundis staðiliga á SEV um at samstarva við aðrar aktørar, so vit skjótari kunnu røkka málunum á veðurlagsøkinum.

Bill Justinussen úr Miðflokkinum vónaði, at SEV setur ferð á útbyggingarætlanirnar av varandi orku.

Hann vísti á, at vit lutfalsliga munnu teljast millum heimsins størstu oljubrúkarar, hóast vit eru vælsignað við hópin av alternativum orkukeldum.

- SEV hevur allar dagar bygt sítt virksemi á veruleikan. Tí hevur altíð ein nátúrlig javnvág verið millum olju og varandi orku í elframleiðsluni, segði Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum.

Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum vildi lova fullan stuðul til SEV, so leingi atlit verða tikin til sárbæru náttúruna, og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi mælti til, at allar kreftir í landinum, sum hvør í sínum lag arbeiða við at kanna og menna alternativar orkumøguleikar, verða savnaðar.

Kelda: www.sev.fo