Sev forðar fyri at fólk flyta til Føroya at búgva

Men Sev vil ikki ganga eini áheitan frá Tórshavnar Býráð á møti

- Hetta er misbrúka einkarrættin.

 

Býráðslimir í Havn spardu ikki krútið, tá ið teir umrøddu orkufelagsskapin á seinasta býráðsfundi.

 

Tað er serliga gjaldið, sum Sev tekur fyri at binda nýggj hús og vinnuvirk í orkunetið, har býráðslimir í Havn halda, at Sev tekur alt ov rívan til.

 

Fyri tveimum árum síðani hækkaði Sev hækkað prísin fyri at binda í elnetið munandi.

 

Tað hevur kostað 4.000 krónur at binda eini nýggj sethús í hjá Sev, men so hækkaði Sev prísurin upp í 13.030 krónur.

 

Tað kostaði eisini 2.500 krónur at binda eina íbúð í hjá Sev, men tann prísurin hækkaði upp í 9.800 krónur. Men hvør eyka amper, sum fyrr kostaði 200 krónur, er nú hækkað upp í 1.185 krónur.

 

Onkur býráðslimir í Havn visti dømi um, at av tí sama hevði tað kostað einum minni vinnuvirkið næstan 100,000 krónur, bara at sleppa at binda í elnetið hjá SEV.

 

Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn, er næstformaður í stýrinum fyri Sev, og hann helt, at nú skuldi Tórshavnar Býráð fáa høvi til at síga sína hugsan um hetta, tí hann heldur, at tað er ein sera ógvuslig hækking í einum.

 

Tá ið Sev hækkaði prísin, varð grundgevingin, at higartil hevði Sev havt undirskot av at binda sethús, íbúðir og vinnuvirki í elnetið, og hetta er bara at spurningur um at taka tað gjaldið, sum tað í veruleikanum kostar.

 

Sjúrður Olsen, býráðslimur, heldur, at hetta er at misbrúka eina einkarstøðu, tí hann heldur, at hetta "líkist svarta ongum", sum hann sigur.

 

Annfinn Brekkstein heldur, at minsta krav mátti verið, at Sev gjørdi eina so ógvusliga hækking í stigum, og við rímiligari tíðarfreist.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri heldur, at tað er ongin orsøk til at hava íbindingargjaldið so høgt, tá ið hugsað verður um, hvussu stórt avlop, Sev hevur.

 

Borgarstjórin vísir á, at hetta eru viðskiftafólk, sum  knýta í Sev, og keypa streym í at kalla allar ævir.

 

Hann tók dýran til, tí hann heldur enntá, at ein støða sum hendan, kann forða fólki at flyta til Føroya at búgva.

 

- Tað verður nógv tosað um at skapa fólkavøkstur, men tann, sum heldur, at hetta skapar fólkavøkstur, má trúgva umaftur sigur Heðin Mortensen.

 

Marin Katrina Frýdal sigur, at hetta var ein liður í at fáa roknskapin hjá Sev at javnviga og hon heldur eisini, at Tórshavnar Býráð skal ikki leggja seg út í arbeiðið hjá Sev, tí hetta er ein uppgáva hjá umboðnum hjá býráðnum í Sev stýrinum.

 

Men niðurstøðan var, at býráðið samtykti at heita á Sev um at lækka prísin. Tann spurningurin varð viðgjørdur á aðalfundi í Sev í gjár, men har fekk Tórshavnar Býráð ikki viðhald og sostatt verða gjøldini ikki broytt.