Sev fær serligan stjóra fyri elframleiðsluna

Stjórin á Sev, hevur nú tríggir deildarstjórar afturat sær

Sev fær nú ein nýggjan deildarstjóra og hann skal hava ábyrgdina av elframleiðsluni burtur av.

Tað boðar Sev frá nú seinnapartin.

Tað er Anders Nedergaard-Hansenm sum nú verður deildarstjóri fyri elframleiðsluni, tað er elverkini, vindmyllulundirnar og annars alt virksemið, sum er knýtt at elframleiðsluni.

Anders Nedergaard-Hansen er í løtuni leiðari á framleiðsludeildini.

 

Finn Jakobsen, sum í dag røkir starvið sum deildarstjóri fyri tøkni, ið fevnir bæði um framleiðslu og net, verður deildarstjóri fyri elnetinum burturav – t.e. samskipan í kontrolrúminum millum verkini og netið umframt stýrisskipanir, koplingarstøðir, battarískipanir, kaðalføringar, og annað, sum er tongt at netvirkseminum.

Finn Jakobsen heldur eisini fram sum rakstrarleiðari, ið hevur ovastu ábyrgdina av trygdini í streymveitingini. Umframt deildarstjórarnar fyri elnetinum og framleiðsluni er Bogi Bendtsen deildarstjóri fyri fyrisitingini.

- Broytingin hevur í roynd og veru við sær, at netparturin og framleiðsluparturin verða skildir sundur í tvey sjálvstøðug leiðsluøki, sigur Sev.

 

- Virksemið hjá SEV er nógv økt seinnu árini, og nógvar verkætlanir liggja fyri framman og tí er broytingin sett í verk, sigur Sev.

 

Sev ætlar, at øll elorkan skal fáast burtur úr varandi orkukeldum í 2030 og eftir íløguætlanini, skal felagið gera íløgur fyri einar tvær milliardir krónur frá í fjør til 2018.