SEV fór við Húsahaga

Jarðfeingi hevur gjørt av at lata SEV saman við samstarvsfeløgum byggja 13 vindmyllur í Húsahaga.

Í tíðindaskrivi, sum varð sent út seint í gjárkvøldið, sigur Jarðfeingi:

Bíligari og grønari orka skulu koma burturúr teimum 13 vindmyllunum sum eitt felag undir stovnan við SEV og øðrum feløgum hava fingið loyvitil at seta upp og framleiða orku úr í Húsahaga.

Jarðfeingi hevur tikið avgerð um at veita einum felagi undir stovnan við SEV o.ø. loyvi til elframleiðslu úr vindorku við 13 vindmyllum í Húsahaga í Tórshavn, íalt 11,7 MW.

Í samband við, at SEV á sumri 2012 søkti um loyvi at seta upp vindmyllulund í Húsahaga, lýsti Jarðfeingi, sambært galdandi lóg, í juli 2012 alment eftir áhugaðum framleiðarum.

Tá freistin var úti 17. desember 2012, vóru komnar tvær umsóknir, onnur frá felagi undir stovnan við elfelagnum SEV saman við øðrum, og hin frá Sp/F Vindrøkt saman við øðrum.

Elveitingarlógin fyrisetur veitingartrygd, fyrilit fyri samfelagsbúskapi og umhvørvi, og at prísurin á el ikki verður hægri enn neyðugt. Lagt er upp til framfýsni á økinum og møguleikum fyri øðrum framleiðarum enn SEV at framleiða el, serliga úr vindorku.

Jarðfeingi hevur við hesum útboðnum tryggjað møguleikan hjá øðrum framleiðarum at bjóða seg fram. At fleiri hava verið um boðið, hevur gjørt, at umsøkjararnir hava lagt doyin á at koma við góðum tekniskum loysnum og lágum framleiðsluprísi.

Nýggja vindmyllulundin, sum væntast í rakstur longu komandi summar, fer at flyta føroyska samfelagið munandi longur fram á leið við framleiðslu av grønari og lutfalsliga bíligari elorku.

Tær 13 vindmyllurnar fara at framleiða í minsta lagi 41.400.000 kWt/ár, og harvið kann SEV minka oljuinnflutningin við nærum 10.000 tonsum um árið. Hetta minkar eisini útlátið av CO2 við umleið 30.000 tonsum árliga.

Prísurin á elframleiðslu úr vindi er við hesum útboðnum komin niður móti 0,30 kr/kWt. Elframleiðsla úr olju kostar omanfyri 1 kr/kWt. Útbyggingin av vindorku seinasta heyst avmarkaði hækkingina í elprísinum, og komandi útbygging tálmar elprísin enn meir.

Við ætlanunum um elektrifisering av føroyska samfelagnum, er nógv ið talar fyri, at útbygging av vindorku innan eløkið kann mennast enn meir í næstum.