SEV endurnýggjar á Sundi

Leiðslan í SEV og leiðslan í Burmeister & Wain Scandinavian Contractor A/S skrivaðu í gjár undir sáttmála um at endurnýggja eltekniska útbúnaðin á tveimum motorum á Sundi Teir báðir motorarnir vórðu uppsettir í 1983 og 1988 og skulu eftir ætlan koyra í minst tíggju ár afturat ella 50.000 tímar, men hetta heldur eltekniski útbúnaðurin ikki til. Tí verður farið undir hetta arbeiði, ið eftir ætlan skal vera liðugt í august 2009, sigur SEV í tíðindaskrivi.

Arbeiðið er lagt soleiðis til rættis, at tað minst møguligt darvar dagliga raksturin á Sundsverkinum. Eisini er hædd tikin fyri, at motorarnir skulu vera tøkir í tí tíðarskeiðnum, tá ið lítið vatn er til vatnturbinurnar.

Arbeiðið upp á tann fyrsta motorin byrjar í september 2008, og verður eftir ætlan liðugt í februar 2009. Síðan verður farið undir tann næsta motorin og felagsútgerðina, sum skal vera liðugur fyrst í mai 2009.

Seinasta stigi í arbeiðinum er at savna báðir teir nýggju MaK motorarnar í somu stýriskipan, og verður hetta arbeiði liðugt í august 2009.

Kostnaðurin fyri samlaða projektið er umleið 18.5 mió. krónur, sigur SEV.