((Jógvan Arge, umboðsnevndarlimur í SEV( (Kommunurnar hava stovnað og eiga elfelagið SEV. Tað verður stýrt av eini umboðsmannanevnd, einum stýri og einum stjóra. ( (Ognarluturin hjá hvørji einstakari kommunu í elfelagnum er uppgjørdur í eginogn felagsins. Eginognin øll var ultimo 2004 gjørd upp til 306,6 mió krónur. Av teimum átti Tórshavnar kommuna 122 mió kr( (Tórshavnar kommuna stendur fyri so mikið stórum parti, at hon eigur at ganga á odda at hava gott skil á SEV.( (SEV hevur til endamáls og skyldu at veita øllum kommunum, t.e.. øllum fólkum í Føroyum, streym fyri sama prís og av somu góðsku.( (Eitt einfalt endamál, sum ikki er til at misskilja, og streymur kemur eisini út í hvønn krók. So langt so gott.( (Javnan í andgletti(Men kortini er felagið javnan í andglettinum. Í seinastuni serliga orsakað stríðum millum teir ráðandi. Millum umboðsnevndarformann og stjóra, millum umboðsnevndarformann og part av stýrinum, millum part av stýrinum og stjóran og millum partar av stýrinum sínámillum.( (Fyri fyrst er hetta endað við, at meirilutin av stýrinum hevur latið stjóranum ætlanarskriv um at siga honum upp og sent hann til hús, meðan málið gongur.( (Meirilutin í stýrinum hevur eisini valt nýggjan stýrisformann, tí formaðurin, sum sat, tók ikki undir við uppsagnarætlanini hjá meirilutanum.( (Umboðsnevndarformaðurin hevur eftir øllum at døma tikið undir við meirilutanum í stýrinum, tó at hann ikki hevur atkvøðurætt, men bert eygleiðarastøðu í stýrinum.( (Minnilutin í stýrinum hevur kært avgerðirnar hjá meirilutanum inn fyri umboðsnevndina og biðið um trý punkt á skrá fyri fund í umboðsnevndini.(
Viðgerð av leiðsluviðurskiftunum í felagnum
Møguligt umval av umboðsnevndarformanni
Møguligt umval av stýrinum
(Hetta skal so vísa, um umboðsnevndin tekur undir við meirilutanum í stýrinum og umboðsnevndarformanninum ella ikki. ( (Reglurnar siga, at kæra tríggir stýrislimir avgerðir hjá stýrinum inn fyri umboðsnevndina, so eiga avgerðirnar ikki at verða effektiveraðar, fyrrenn umboðsnevndin hevur talað.( (Kortini hevur stýrismeirilutin sent stjóran til hús og sett fyribils stjóra og fyribils rakstrarleiðara. Tað kann tykjast sum meirilutin í stýrinum er farin ov langt í hesum førum. Tað fáa vit so eisini at síggja á tilstundandi umboðsnevndarfundinum.( (Toppurin av ísfjallinum(Hetta er tað, sum almenningurin merkir til, at huglagið innanveggja í SEV er ikki gott. Hetta er toppurin av ísfjallinum. ( (Fyri SEV hevur hetta inneftir tann týdning, at SEV er eitt baldrut arbeiðspláss og ein organisatión, sum er í stríð við seg sjálva. Og tað kann bara ørkymla felagið í tess arbeiði at veita sína tænastu. ( (Úteftir merkir hetta, at almenningurin hevur ivasamt álit á SEV og teimum, sum standa fyri felagsskapinum eisini umboðsnevndini, sum er hægsta vald.( (Hvat er so galið? ( (Maktstríð í toppinum, siga summi. Tað kann umboðsnevndin ikki vera kent við. Hon kann ikki lata fara aftur við borðinum, at organisatiónin, sum hon er hægsta vald í, endar í spliti og stríði vegna maktstríð millum teir persónar, sum umboðsnevndin hevur sett og valt at stýra organisatiónini sína vegna.( (Hvussu kemst so burtur úr hesum? Tað gerst ikki bara við at villast sum tólvjavningarnir í Runsivali og sláa hvør móti øðrum. ( (Umboða stóra ábyrgd(Leingi hevur verið greitt, at bygnaðurin í elfelagnum SEV er eitt tungt apparat, sum ikki elvir til ábyrgd millum teirra, sum hava evstu ábyrgdina. ( (Hvør av 70 umboðsnevndarlimum, kennir á sær, at hetta er hansara/hennara ábyrgd, og at tað er hann/hon, sum skal loysa trupulleikarnar, tá ábyrgdin er stykkjað sundur í 70 lutir?( (Men umboðsnevndarlimirnir umboða kommunurnar, sum eiga SEV. Umboðsnevndarlimirnir umboða eisini tann kapital, sum kommunurnar hvør í sínum lagi eiga í el-felagnum eins og tær borga fyri skuldini hjá felagnum.( (Í ábyrgdini liggur tí eisini at fara væl um ognirnar vegna borgarnar. Í okkara føri umboða vit 122 av 306 mió krónum, sum Tórshavnar kommuna eigur av eginognini hjá SEV. Samsvarandi part eiga vit av skuldini. (.(Hetta er ábyrgd, sum vil nakað.( (Tessvegna hava umboðsnevndarlimirnir ikki annað val, enn við skilagóðum og framsóknum avgerðum at finna burtur úr teimum trupulleikum, sum SEV er komið í.( (Er núverandi lutafelagsformurin, sum var vanligur fyri stór landsfeløg fyri 60-70 árum síðani, ikki nóg góður, hvat er so nóg gott?( (Dømi um hendan felagsformin var lutafelagið Føroya Fiskasøla, har virkir og reiðarí vóru eigarar í einum lutafelag. Tað er so langt síðani, at staðfest varð, at tann formurin var ikki nóg góður. Men hetta vóru hóast alt privat virkir, sum áttu og vóru limir.( (Fiskivinnan slapp burtur úr tí, tá L/F Føroya Fiskasøla fór av knóranum.( (Umskipast til partafelag?(Í SEV eru kommunurnar eigarar. SEV letur hvørjari kontakt og hvørjari lampu, hvørjum steyra, hvørjum húsi og hvørjum virki í Føroyum streym. ( (Sostatt kann SEV valla fara fallitt, uttan at tað fær stórar fylgjur fyri fólk og framleiðslu í stundini og ikki minst fyri eigararnar. ( (Tí má organisatiónin umskipast innanífrá, og tað er bara umboðsnevndin, sum kann gera tað.( (Tað er mikið møguligt, at eitt slag av partafelag hevði verið ein gongd leið, har apparatið ikki er so tungt sum í dag, og stytri er millum ábyrgd og dagligdagin.( (Kommunurnar skula so ella so manna hetta felag, men tað er uttanhandað og ópraktiskt at lata eina nevnd, sum er meir enn tvífalt so stór sum løgtingið, hava evstu ábyrgdina.( (Uppskot, sum miðar ímóti at skipa felagsskapin um eftir nýtíðar prinsippum, eigur at verða lagt fyri umboðsnevndina á fundinum, sum verður í næstum, so farast kann til verka at fremja umskipanina sum skjótast.( (Stríð og balladu hava vit havt nokk av, og líkt er til, at hesi stríð og balladur skerja okkara landsfevnandi kommunala elfelag í tess uppgávu og ábyrgd at menna møguleikarnar fyri veitan av góðum, tryggum og bíligum streymi í landinum til frama fyri okkum øll.( (Nú kommunurnar skula átaka sær alt fleiri uppgávur frá landinum, mugu tær eisini vísa, at tær klára at stýra sínum egna alva. SEV eigur ikki at vera eitt kommunalt býtisbarn, men ein framherji í landsins menning, soleiðis sum tað var ætlað, tá tað var gitið.( (Tí er valið einfalt.(