Sev móttøka hevur úr at gera í løtuni, og fær illa greitt okkum frá, hví støðan er sum hon er.
Men tað vit hava frætt er, at tað tekur Sev í øllum førum 1-2 tímar at fáa streymin í rætt lag aftur.
Í skrivandi stund er eingin streymur á Sandi, í Suðurstreymi, í Norðoyggjum og í sunnara partinum av Eysturoynni.
Orsøkin til, at tað tekur Sev nakrar tímar at fáa rætt lag á streymin aftur er, at veðrið er ov ringt til at menn og kvinnur hjá Sev fáa farið til arbeiðis.
Løgreglan heitir eisini á fólk, um at halda seg innandura. Sum skilst á vakthavandi í Havn er støðan ógvuliga kaotisk júst nú og eyka hjálp er tilkallað til løgreglustøðina, sum sendir boð víðari til bjargingarfólk kring landið.
Myndina eigur Ingi Sørensen.
Uppdatering klokkan 23.01: Sev væntar, at streymurin er aftur kring landið áðrenn midnátt. Sum skilst hevur Sandoyggin fingið streymin aftur.









