SEV – ein senil organisatión

Stutt viðmerking

Í blaðgrein um dagarnar skriv­ar Reidar Nónfjall, at SEV er ein senil organisa­tión og hevur fleiri grund­gevingar fyri síni hugsan.

Hans Tausen Olsen

fyrrv. umboðsráðs­formaður í SEV

 

Sum fyrrverandi umboðs­ráðsformaður kann eg siga frá, at eg eri so at siga samd­ur í øllum tí, ið Reidar førir fram.

Eg skal viðmerkja, at í februar 2005 varð nýtt SEV-stýrið valt. Av teimum sjey stýrislimunum valdu fimm Leiv Hansen, f. S.Streymoy til formann, Súna í Hjøllum f. Eysturoynna til næstformann, meðan hinir í meirilutanum vóru Dia Poul­­sen Suðuroy, Kim Dur­huus f. N.Streymoy og Tór­ur Johannesen f. Sandoy. Meirilutin setti sær høg og alneyðug mál at fremja samb. nýggju viðtøkunum, sum stutt frammanundan ein einmælt umboðsnevnd hevði samtykt.

Farið varð til verka við hesi høvuðsdagsskrá:

SEV skal gerast ein gjøg­numskygdur felagsskapur

Fíggjarætlanin skuldi ger­ast gjøgnumskygd og skuldi kunna samanberast við rokn­­skapin

Stovna innaneftirlit (sikk­er­­heds­kvali­tets­styrings­system samb. tilmæli frá Dansk Energi og krøvunum í Stærk­strøms­bekendt­gørel­sen

4. a) Fíggjarstjóri setast

b) Framleiðslustjóri set­ast

c) Stjóri fyri býtisvirkini setast

Hesir skuldu hvør á sín­um øki hava evstu ábyrgd yvir fyri stýri­num

5. Deild við framtíðar­per­spektivi sum endamáli skuldi setast

6. Harafturat skuldi setast ein trygdarleiðari samb altjóða reglum, sum hevði beinleiðis tilvís­ing til stýrið

7. Seta ferð á framtíðar orkuútbyggingar, sum lógu í dvala

8. Fáa skil á starvsvið­ur­skiftum stjórans

9. Fáa skil á fíggjarliga óskilið í Sewave

10. Fremja ein starvs­fólka­politikk, sum samsvarar við nútíðina, har ein starvsfólkaleiðari fekk ábyrgdina

 

Hesi høvuðspunkt vórðu sett fyri at fáa felagsskapin dynamiskan, nútímans og ikki minst fyri at vinna álit aftur millum landsins politik­­arar og landsins borg­arar, sum eiga SEV.

Hesin fyrr nevndi stýris­meiriluti fekk bert 1 ára ar­beiðsfrið, men longu tá vóru øll hesi fyrr nevndu punkt komin undir land og vóru bara eftir at seta í verk. Men her kom trupulleikin. Stjórin saman við minniluta­num og hansara aliansa ar­beiddi alt tað, teir vóru mentir at forða meirilutanum at fremja sína søk. Við øll­um óhugsandi frekleikum, ósannindum og tápiligheit varð roynt at sabotera ein­hvørjari skilagóðari loysn.

Meirilutin kom tí til ta niðurstøðu, at uppsiga SEV-stjóran, tí álitið á hann var fokið og ikki metti, at sam­starvið kundi halda fram. Meirilutin koyrdi stjóran til hús, tí mett var, at hann ikki var rætti maðurin at standa á odda fyri SEV í samband við tær avbjóðingar sum SEV hevði í framtíðini – tá ið hugsað verður tekniskt, fíggjarligt, umsitingarliga og ikki minst opinleika yvir fyri stýrinum.

Sum umboðsnevndar­for­maður var eg púra samdur við meirilutanum!

Endin var, at Leivur Han­sen leyp frá. Var politiskt rygg­leysur og gekk brádliga í alliansu við sínar argastu mótstøðumenn. Hann kú­­vendi so nógv og óskilj­andi, at hann saman við hesum monnum fór loyniliga kring Føroya land við ósannindum at fáa tann demokratiskt valda meirilutan burtur­beind­an. – Uttan yvirhøvur at seta seg inn í málið ella tosa um trupulleikarnar í SEV eydnaðist honum við einum sera teprum meiriluta at bumba SEV aftur í Sovjet­tíðina, har “páfuglarnir” og ovasta leiðslan tignarliga kunnu standa á einum palli og heilsa borgaranum um eitt tempul, sum ongin fær loyvi at kaga inní.

Stjórin varð settur aftur í starv, hóast stýrið visti; at hann hevur næstan helm­ing­in av umboðsnevndini ímóti sær. Fyri mær er eingin ivi um, at ein stjóri, sum bara hevur ein stóran minniluta ímóti sær eigur at leggja frá sær, og uppaftur meira, tá hann hevur havt ein meiri­luta av stýrinum ímóti sær.

Hetta kvettið í SEV man vera eindømi í einum sokall­að­um demokratiskum landi!

Eftir at meirilutin var burt­ur­beindur, valdi eg sum umboðsnevndarformaður at trekkja meg tí týðuliga sást, at ikki var pláss fyri øðrum meiningum.

Persónliga skilti eg ongan­tíð, at nakar gekk við til at stilla upp - og enntá lata seg velja so ódemokratiskt, bara fyri at verja einaveldi SEV-stjórans.

Stutt sagt eri eg samdur við øllum teimum mongu og nú Reidar Nónfjall um, at alneyðugt verður at skifta út meginpartin av dag­­ligu leiðsluni í SEV.

Men hvar eru fjølmiðl­arnir? Hava teir ikki eina stóra ábyrgd at røkja í hes­um føri?

 

Runavík, tann 14. mai 2007