Sum støðan er nú, hava vit ein púra fastan prís á streymi. Men um eini tvey ár kann tað vera søga, tí SEV arbeiðir við eini ætlan um at kollvelta prísin á streymi. So hvørt vit fáa meiri vindorku, kann tað verða størri tørvur á at stýra nýtsluni, soleiðis at vit brúka mest av streymi tá ið vit hava nógva vindorku og so at vit hinvegin brúka minni streym, tá ið vit onga vindorku hava, og mugu dúva upp á oljurikin elverk.
Á ráðstevnuni, Ósvart, sum var í Norðurlandahúsinum hósdagin, varð spurningurin um at hava ymiskan prís á streymi. Skulu vit vænta at fáa bíligan streym tá ið tað er stormur og dýran streym, tá ið tað er stilli? Soleiðis ljóðaði ein spurningur til Hákun Djurhuus.
– Púra vist, svaraði Hákun Djurhuus. Hann sigur, at tey eru farin at fyrireika eina nýggja prísskipan, har prísurin á streymi verður ásettur eftir, hvat slag av elorku er til taks. Elorka er tann bíligasti streymurin, so tá ið tað er nógvur vindur, og nokk av elorku, verður streymurin bíligari enn tá ið tað er stilli og tey dýru oljuverkini mugu setast til. Tað merkir, at fólk fara at fáa sær eina app við upplýsingum um, hvussu prísurin verður nakrar dagar, ella nakrar tímar, fram, alt eftir hvussu veðrið verður. So kunnu fólk vaska klæðir, ella annað, sum brúkar nógvan streym, tá ið streymurin er bíligur.
Ein síðuvinningur verður, at standa oljuverkini still, sum mest, verður tað eisini grundarlag fyri at lækka prísirnar á streyminum. Í hesum sambanri ert tað eisini ein fyrimunur, at vit hava eina skipan, har tað ikki eru nakrir privatir eigarar, sum skulu hava vinning burtur úr at gera og selja streym.
Hann leggur kortini afturat, at tað eru nógvir partar, sum skulu vera samd í, at broyta prísskipanina hjá SEV. Tað eru bæði myndugleikarnir og kommunurnar, sum eiga SEV, sum skulu vera samd um hetta, sigur Hákun Djurhuus. Samstundis skulu tey tøkniligu viðurskiftini fáast í rættlag og telduskipanirnar skulu broytast. Men hann sigur, at tey eru farin undir fyrireikingarnar og hann metir, at um eini tvey ár eru vit kanska komin har til, at ein nýggj prísskipan kann verða sett í verk.